Politikkur

Helgi: Gongd í haga

Málið um burðardygga ferðavinnu (ella “gongd í haga”) hevur enn einaferð fingið tað at prutla undir lokinum nógvastaðni. Hetta málið hevur nú fylt nógv í somikið langa tíð, at best hevði verið fyri allar partar, um vit skjótt funnu eina ella aðra semju um tað. Men sjálvandi er tað ikki lætt, tí jarðarviðurskifti nema við nógvar kenslur, og áhugamálini eru rættiliga ymisk.

2024-03-12 18:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tá eitt kjak hevur vart í langa tíð, so flytur tað eitt ella annað, og tað haldi eg eisini, at hetta kjakið hevur gjørt. Flestu fólk, sum eg tosi við (eisini bøndur og óðalsmenn) siga nú, at føroyingar eiga at kunna ganga frítt í føroysku fjøllunum. – So eru vit komin so langt.

Men hvussu so við útlendingum? Har er støðan tann, at flestu útlendingar hava ikki ynski um at sleppa niðan á øll fjøllini í Føroyum. Tað eru kanska 10 ymisk pláss, har flestu ferðafólkini vilja sleppa. So um vit gera eina semju, har føroyingar kunnu ganga frítt (sjálvandi við atliti til trygd, náttúru og landbúnað), meðan ferðafólk kunnu vitja tey støðini, sum fyri tey eru áhugaverd at vitja, so eigur tað at bera til at gera eina semju um tað.

Tað eru 340 fjøll í Føroyum, so um ferðafólk sleppa niðaná 10 av teimum, so eru framvegis 330 fjøll eftir, sum ferðafólkini ikki sleppa – og heldur ikki tíma niðaná.

Í verandi lóg hava øll loyvi at ganga eftir bygdagøtunum. Bygdagøtur eru ikki veruligar manngjørdar gøtur, men eru leiðirnar har fólk í gomlum døgum vanliga gingu millum bygdir. Hesar “gøturnar” eru vanliga lagdar har, sum lættast er at ganga, og tað er í flestu førum ikki har, sum útsýnið er tað besta. Men ferðafólkini vilja uppliva útsýnið, og tí kundi ein loysn verið at gjørt gøtur (ella bara uppmerkingar) til dømis frá bygdagøtum og niðan á plássini, har útsýnið er gott. So kundu ferðafólkini hildið seg til tað, og eg rokni við, at tey høvdu verið nøgd við tað.

Bóndafelagið sigur í eini yvirlýsing, at við uppskotinum sum nú liggur á borðinum fáa ferðafólk ein lógarásettan rætt til at ganga allastaðni. Men um tey fáa hesar avmarkaðu gøturnar at halda seg til, so er tað ein avmarking, sum ikki gevur teimum rætt til at ganga allastaðni.

Eisini sigur Bóndafelagið, at tann økta ferðslan í høgunum fer at elva til óbótaligan skaða á náttúru og fuglalív. Men um vit siga, at ferðafólk skulu halda seg til gøturnar, so verður tann skaðin eisini avmarkaður.  

Fyrsta treytin fyri at finna semju, er at vilji er til semju. Tíverri má eg siga, at í hesum málinum hevur verið sterkur vilji til IKKI at finna semju. Eg fekk sum landsstýrismaður til uppgávu at loysa hetta málið, men tað var sum at sletta vatn á gás. Onkuntíð slakaði onkur, men á næsta fundi varð koyrt á aftur við fullari skrúvu.  Men málið má loysast so ella so, og nú liggur eitt uppskot í Løgtinginum, sum hevur fingið kaldliga móttøku nógvastaðni. Men enn ber til at tillaga uppskotið, soleiðis at undirtøkan verður størri.

Eg haldi at vit politikarar hava skyldu til at finna eina ella aðra loysn á hesum málinum, og tað sum eg her vísi á, skal skiljast sum eitt útkast, sum vónandi kann føra til eina ella aðra semju.


Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder