Ítróttur

Heini Hanusarson skal venja Team Klaksvík tað ið eftir er av kappingini

Team Klaksvík og Heini Hanusarson hava skrivað undir avtalu

2022-01-14 09:07 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í gjárkvøldið skrivaðu Team Klaksvík og Heini Hanusarson undir eina avtalu, sum inniber, at Heini skal venja besta liðið hjá Team Klaksvík, tað ið eftir er av kappingini.

Heini hevur lisið ítrótt 2 ár á universitetinum í Odense, hevur diplom venjaraútbúgving frá DHF, leiðsluútbúgving, umframt drúgvar royndir sum hondbóltsleikari í Føroyum og í donsku liguni. Hjá undanfarnu liðum Neistanum og VÍF hevur hann staðið fyri fysisku venjingini, og er hetta fyrstuferð at hann kemur at royna seg sum A venjari.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder