Vit eru næstan javngomul - hálvt hundrað.
Tað var J.P. Gregoriussen sum teknaði Ellis- og Avlamisheimið í Vágum, her vit standa í dag – Heimið fekk tó nýtt navn á 35 ára føðingardegnum, í 2007, tá navnakapping varð útskrivað og Lydia Laksafoss vann við nýggja og verandi navninum Heimið á Sýnini.
Søgan um hetta heim byrjaði í 50’inum og var tað heimasjúkrasysturin Sofía Højgaard Ellefsen úr Miðvági sum tók stig til hetta, og hongur vakur málningur av henni, til heiðurs og æru í móttøkuni á 1. hædd.
Kanska sjáldsamt í 50’inum, í øllum førum øðrvísi, at eitt konufólk stóð á odda og gekk undan.
Sofía Højgaard Ellefsen byrjaði í 1957 arbeiði at fáa eitt eldrabýli í Vágum, og fekk í boði at fáa sethúsini hjá Honnu Johansen, ímóti at hon sjálv slapp at vera har saman við teimum gomlu til sín doyggjandi dag.
Men landsmyndugleikarnir góðkendu ikki ætlaði sethús til eldrabýli, men mæltu til at nýggj hús vórðu bygd ístaðin.
Hetta forðaði ikki Sofíu, men lukkutíð var hon djørv, framsíggin og helt fram at trúgva uppá ætlanina um at fáa eitt ellisheim.
Sofíu untist tó ikki at uppliva nógv av víðari tilgongdini, tí hon andaðist á heysti í 1963 – einans 59 ára gomul. Í 1964 tók Høgni Poulsen sóknarprestur við sum formaður og sat sum formaður til heimið lat upp.
Tann 2. Juli 1972 stóð heimið liðugt, eftir at Drotning Ingrid tann 7. Juli í 1969 var og vitjaði og legði grundarsteinin, sum tit síggja her í høllini út móti vindeyganum.
Tá heimið stóð liðugt, vóru 35 seingjarpláss og kostaði tað slakar 8 milliónir at byggja. Stýrið var tá manna við hesum limum: Høgni Poulsen, formaður Miðvágur, Niels Marius Petersen – Sandavágur, Leon Joensen, Sørvágur, Winther Lauritsen – Sørvágur, Edvard Jacobsen – Bø, Ivan Johannesen – Miðvágur og Petur Jacob Sigvardsen Sandavágur.
Nú standa vit her, 50 ár seinni, og hátíðarhalda føðingardagin.
Heimið er høvuðsumvælt, og og hevur hetta verði eitt drúgt arbeiðið, sum hevur staði á í gott 5 ár.
Húsfólk eins og starvsfólk hava verði nógv órógvaði og eru flutt fleiri ferðir, fyri at umbyggingin kundi halda fram, so ótarnað sum gjørligt.
Nú er kjallarin so eisini umvældur og gleðast vit um frálíku umstøðurnar vit nú hava at virka undir og bjóða borgarum í Vágum.
Tað trongdi til at dagførast, og rann mær til hugs, nú eg siti og skrivi hesa røðu, at er tað nú at eg skal umvælast og dagførast?
Við tolsemi, áræði og fantastisku starvsfólkunum ber alt til, og er tað júst tað sum eg eri so stolt og takksom fyri.
Eg vil her nýta høvið at takka øllum sum starvast her í dag og øll tit sum hava havt starv her, fyri tykkara megnar arbeiði, røkt og umsorgan sum er veitt húsfólkum, avvarðandi og starvsfeløgum.
Tit eiga øll takk uppiborna, ongin nevndur, ongin gloymdur.
Takk øll tit sum á einhvønn hátt hava havt dagligu gongd her á heiminum.
Í samgonguskjalinum 2019 – 2023 stendur, at lógin um eldraøki skal endurskoðast saman við kommunum og øðrum avvarðandi myndugleikum. Faklig krøv skulu setast, og røktartyngdin skal verða avgerandi fyri starvsfólkahópin. Eisini fíggjarleisturin skal endurskoðast.
Eg fegnist um, at vit innan eldraøki í Vágum eru so heppin at hava og hava havt góðar politikarar og stýrislimir, sum ynskja eldraøkinum alt tað besta. Við støði í samgonguskjalinum meti eg, at vit innan eldraøki verða raðfest av kommununum, og at vit eru hoyrd. Atlit eru tikin til røktartyngd og faklig krøv.
Eitt vælvirkandi stýrið er ikki ein sjálvfylgja, og ynski er her eisini at takka stýrislimum fyri fyrimyndarligt samstarv. Tað er ein fragd sum stjóri at verða limur í einum arbeiðssomum stýrið, og veruliga merkja viljan til eitt vælvirkandi eldrasamstarv. Vit hava í dag eitt vælvirkandi eldrasamstarv her á Vesturvón.
Ein av fyrstu mannligu sjúkrarøktarfrøðingunum í kongaríkinum, vestmenningurin Axel Johannesen skrivar í síni bók “fra kongsbondesøn til sygeplejerske” um at heimarøktin í Danmark var útbygd í 1976 við slagorðunum : Længst muligt i eget hjem.
Hesi somu slagorð eru enn sum áður galdandi – Longst í egnum heimið.
Vit sum starvast á Vesturvón í dag veita tænastu við somu yvirskrift og gera alt vit kunnu fyri at veita borgarum tænastur, soleiðis at teir kunnu verða sum longst í egnum heimið.
Hvat framtíðin bjóðar vita vit ikki, hóast tað er nógv sum týðir uppá, at tað verða enn fleiri eldri borgarar og at krøvini til okkum sum starvast innan eldraøki verða meiri kompleks. Tí er tað umráðandi at vit, í tann mun vit kunnu, gera okkum til reiðar til framtíðina.
Eg veit, at vit hava tey allarbestu starvsfólkini og er tað við góðum treysti og áræði at eg hugsi um spennandi avbjóðingar í framtíðin bjóðar her á Vesturvón.
Tað sum hendir í dag, er søga í morgin!
At enda vil eg ynskja øllum tykkum sum búgva her á Ellisheiminum á Sýnini hjartaliga til lukku – hetta er jú fyrst og fremst tykkara heim.
Ynski tykkum ein góðan 50 ára føðingardag, sum verður hátíðarhildin í allan dag.
Takk øll tit sum eru komin her í dag at hátíðarhalda dagin saman við okkum og lat okkum rópa trífalt HURRÁ!
Jóngerð Martinsdóttir Nielsn,
stjóri á Vesturvón
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald