Javnbjóðis atgeingi er týdningarmikið.
Uttan tað hava ikki øll sama møguleika til informatión og fáa ikki sum onnur fylgt við í tí, sum fyriferst. Í hesum føri, tí at tey ikki fáa lisið. Hetta er ein demokratiskur skeivleiki. Sum at grindaboð ikki vóru fyri tey deyvu.
Javnbjóðis atgeingi eigur at vera á heimasíðum hjá øllum føroyskum myndugleikum Í februar 2022 skutu vit hetta upp á tingi, men samgongan tók ikki undir við tí.Vit leggja uppskotið fram aftur í næstu tingsetu. Ja, til tað verður samtykt, tí eingin eigur at vera avskorin frá kunning orsakað av niðursettum virkisførleika.
Nýggi møguleikin er skaptur við ReadIT
Tað er forrit, ið lesur upp tekst, tú vilt hoyra. Upplesturin er skaptur við føroysku teldutaluni, ið hevur roynst mongum væl, og sum nú eisini er at finna í ReadIT.
Royn møguleikan á heimasíðu floksins, www.tjodveldi.fo. Forritið sæst sum eitt oyra ovarlaga á síðuni. Far inn umvegis tína teldu, telefon ella teldil.
Ger eitt klikk, vel ein tekst, trýst á les.
Tjóðveldi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald