Politikkur

Heim til fólk við seinheilaskaða

Í suðuroynni manglar framvegis eitt heim til fólk við seinheilaskaða.

2022-12-05 13:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Sum er búgva hesi á sjúkrahúsinum ella á ellisheiminum. Nógv teirra búgva har í áravís.

Hetta er so ómenniskjansligt og óvirðiligt.

Málið verður tikið upp av og á, men verður ongantíð loyst.

Nú er aftur val og væntandi koma nøkur nýggj fólk inn á ting.

Vælsignaði taki hetta í álvara.

„Tað kundi veri eg, tað kundi veri tú ...“

– Ongin ogra ynskir at koma í hesa støðuna.

Bæði sjúklingar og avvarðandi líða undir, at viðurskiftini eru so ómenniskjanslig.

Røktini feilar onki og tað er ein ynskistøða at vera í at hava fakfólk rundanum seg døgnið runt, men ongin eigur at liva sítt lív inni á einum sjúkrahúsi ella ellisheimi. Hesi fólkini skulu hava eitt heim. Eitt trygt og gott heim, við tí røkt, sum tey hava brúk fyri. Eitt heim, har avvarðandi kunnu koma á vitjan og fara avstað aftur við eini kenslu av, at onnur taka sær av teirra kæru.


Og tað er av allarstørsta týdningi, at hetta heimið er so tætt við teirra upprunaliga heim sum til ber. Tey skulu ikki sendast av oynni, og als ikki av landinum.

Tað er óvirðiligt, at landið ikki tekur sær av hesum trupulleikanum.

Møguleikin er nú. Tað skal bara ein persónur til, sum vil taka uppgávuna í álvara og arbeiða fyri sakini.


Miðflokkurin vil. Je vil.

Vís ogon álit 8. des. so ogor kunnu seta gongd á málið.


Bjørg av Rana

Valevni fyri Miðflokkin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder