Heilsutrygd sleppur IKKI i Hægstarætt

Menninir, sum sigldu við norskum skipum, eru nú endaligia frídømdir, og Heilsutrygd skal rinda teimum sakarmálskostnaðin..

2024-02-21 09:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Heilsutrygd stevndi monnunum, sum sigldu við norskum skipum, við kravi um, at teir viðurkendu, at teir skulu gjalda heilsutrygdargjald í Føroyum.

Landsrætturin frídømdi mennirnar.

Eisini Føroyarættur frídømdi menninar.

Mennirnir fyngu eisini viðhald frá Føroya kærustovni.

Men Heilsutrygd gavst ikki so men søkti Prosessbevillingsnævnet um at sleppa í Hægstarætt men tað var nokta Heilsutrygd. 

Málið hevur verið umrøtt í nógv nógv ár, byrjaði í 2010, tí sjómenn, sum sigla í øðrum londum, vilja sleppa undan at rinda tvey heilsutrygdargjøld.

Kærunevndin hevur sagt, at menn, sum sigla í Noregi og rinda til Folketrygd, ikki eisini eiga at rinda til Heilsutrygd í Føroyum.

Heilsutrygd avgjørdi longu á heysti í 2019 at fara í rættin við málinum.

Talan er um uml 800 útisiglarar sum nú skulla hava endurgoldið tað teir av órøttum eru kravdir eftir frá 2010 og til dd – talen er millum 50 og 70.000kr til hvønn

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder