TÍÐINDASKRIV.
Send koronufráboðan til Heilsustýrið
IÍ grannalondum okkara eru smittutølini fyri koronu vaksandi. Heilsustýrið heldur eyga við gongdini ı́ Føroyum, bæði við smittutølum fyri koronu og fyri aðrar umfarssjú kur. Hetta verður gjørt fyri, at sjú krahú sverkið skal kunna leggja sı́tt virksemi til rættis.
IÍ Føroyum eru ikki staðfestir tilburðir av koronu sı́ðstu tvær vikurnar. Tað vı́sa tøl frá Rannsó knarstovuni á Landssjú krahú sinum, sum javnan sendir fráboðanir til Heilsustýrið. Smittutølini fyri aðrar umfarssjú kur sum kikhosta og in�luensu A+B eru eisini heilt ı́ botni.
Hesi tølini skulu tó takast við fyrivarni, og nó gv fó lk siga seg hava havt koronu sı́ðstu tı́ðina. Tað hava tey staðfest við eini sonevndari heimatest. Fyri at fáa eina hó ming av smittustøðuni, heitir Heilsustýrið á fó lk um at senda eina fráboðan til [email protected], um tey hava staðfest koronusmittu við eini heimatest. IÍ fráboðanini skulu hesar upplýsingar vera:
- Navn
- Bú staður
- Telefonnr.
• Føðingardagur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald