Vinna

Heilsuprógv fyri útlendsk sjófólk nýtast ikki longur at vera føroysk

.

2024-09-12 16:38 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 


Nýggj kunngerð um læknakanning og heilsuprógv fyri sjófólk er lýst. Kunngerðin kom í gildi 30. august 2024.

Í høvuðsheitum hevur nýggja kunngerðin við sær, at útlendsk heilsuprógv nú eru góðkend  at nýta um borð á føroyskum skipum.

Hetta merkir, at tað ikki longur er neyðugt hjá útlendskum sjófólkum á føroyskum skipum at útvega sær læknakanning við føroyska oyðublaðnum, sum Sjóvinnustýrið gevur út. Tað er nú møguligt at mynstra við útlendskum heilsuprógvi treytað av, at útlendska heilsuprógvið er útgivið sambært STCW-sáttmálanum (Convention on Standards of Training, Certification and Watchkeeping for Seafarers) og MLC-sáttmálanum (Maritime Labour Convention).

Nýggja kunngerðin tekur í stóran mun støði í áður galdandi kunngerð um læknakanning fyri sjófólk frá 2013. Hon kann lesast her.

Sjóvinnustýrið, 12. sept. 2024

No longer interested email from FMA?. Please click here to unsubscribe https://fma.fo/?es=unsubscribe&hash=eyJtZXNzYWdlX2lkIjoiMjAyIiwiY2FtcGFpZ25faWQiOiIxMzMiLCJjb250YWN0X2lkIjoiMTUyIiwiZW1haWwiOiJqbkBqbi5mbyIsImd1aWQiOiJ4ZmN3bWstd3JwZWRqLWx0b3hpcC1qZGJhcGMtcXlld25wIiwibGlzdF9pZHMiOiIiLCJhY3Rpb24iOiJ1bnN1YnNjcmliZSJ9

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder