Politikkur

Heilsugransking - stovnan av granskingareind og universitetssjúkrahúsi

Spennandi at síggja, hvat innihaldið meira ítøkiliga verður í hesari verkætlan, t.d. uppgávur, visjón, mál, strategi, samstarv, granskingartilfeingi, kostnaður, fígging og handlingsætlan.

2022-06-10 14:19 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, greiddi í vikuni frá, at Heilsumálaráðið arbeiðir við einari verkætlan, har sjúkrahúsverkið kann gerast eitt universitetssjúkrahús. Vit skulu hava eina granskingareind í føroyska sjúkrahúsverkinum, og síðani skal sjúkrahúsverkið skipast sum eitt univerisitetssjúkrahús - í hesum sambandi er lagt fram eitt tilmæli um hesa ætlan. 


Spennandi at síggja, hvat innihaldið meira ítøkiliga verður í hesari verkætlan, t.d. uppgávur, visjón, mál, strategi, samstarv, granskingartilfeingi, kostnaður, fígging og handlingsætlan.


Henda politiska ætlan ljóðar gott í oyrunum hjá nógvum - tí gransking er nakað vit sum samfelag mugu raðfesta, skulu vit klára okkum í kappingini við grannalondini.


Hinvegin skulu vit allýsa og raðfesta tey øki, sum vit skulu granska í - landið er lítið, fáir heilar og fíggjarliga orkan avmarkað í mun til stór lond, sum nærmast hava óavmarkað tilfeingi til eitt nú grundgransking.


Spurningurin er eisini, hvørja nationala innovatiónsskipan vit skulu hava í Føroyum, t.d. innan hvørji øki vit skulu granska og menna, umframt samstarv millum almennar stovnar og vinnuligar fyritøkur.


Fyri at kunna realisera ella seta í verk slíkar verkætlanir, sum fevna um nýtt virksemi, krevst sjálvandi eyka tilfeingi. Tað ber ikki til at taka pening frá verandi virksemi ella rakstri til sjúkraviðgerð, heilivág, íløgur í tól o.a.


Marnar Fríðheim Kristiansen, formaður í felagnum Yngri Læknar Føroyar, vísur eisini á, at neyðugt verður við hægri játtan.


Novo Nordisk hevur víst áhuga at gerast partur av fíggingini av hesari verkætlan.


Fyrr í ár samtykti Løgtingið, Horizon Europe, har Føroyar eru partur, og har 10-tals milliardir eru tøkar at søkja til verkætlanir hjá heilsuverkunum í teimum ymsu londunum.


Hetta, saman við góðari langtíðarplanlegging, kann vera við til at seta hol á at byggja upp eina granskingareind í føroyska sjúkrahúsverkinum, og síðan verður sjúkrahúsverkið skipað sum eitt universitetssjúkrahús.


Jaspur Langgaard

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder