Tórshavnar kommuna:
Hetta er føroyskt met. Heðin Mortensen situr nú fjórða valskeið sum borgarstjóri. Tað er eisini met.
Situr Heðin Mortensen hetta skeiðið út, so hevur hann, tá næsta skeiðið byrjar 1. Januar 2025, sitið í Tórshavnar býráð í tilsamans 52 ár.
Harvið kann Heðin Mortensen eisini taka metið sum longst sitandi býráðslimur í øllum ríkisfelagsskapinum.
Tá býráðsfundurin í gjárkvøldið endaði, kom varaborgarstjórin, sum eisini er formaður í mentanarnevndini, við eini fráboðan, sum eingin visti um.
Annfinn Brekkstein boðaði frá, at í sambandi við 50 ára dagin, verður skipað fyri almennari móttøku í Høllini á Hálsi 3. februar 2023, og tann 25. februar skipar Tórshavnar Musikkskúli fyri eini almennari fagnarkonsert fyri borgarstjóranum í Hátuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald