Lýsing

Hanne Mette Gunnarsrud í staðin fyri Lasse Johansen

Vegna forfall, kann Lasse ikki vera við til stóra dansibandskvøldið í høllini á Hálsi 28.oktobur.

2023-10-10 08:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Ì hansara stað kemur tó eingin onnur enn Hanne Mette, sum er kend frá dansibandinum Contrazt. Hon er ein roynd kvinna, hevur útgivið soloplátur, samstarvað við øðrum kendum tónleikarum og vunnið virðislønir. Vit kenna sangin ‘Jeg blir glad når jeg ser deg’ ið javnan rungar í KVF til fríggjakvølds sendingina “Upp á Tá”. Hóast vit eru hørm um at Lasse ikki fær verið við, eru vit sera spent og fegin um at fáa Hanne Mette til Føroya og ivast ikki í, at hon fer at seta sín dám á kvøldið. 

Tað verður sostatt eitt rimmar dansibandskvøld í Høllini á Hálsi 28. oktober, tá norski dansibandsbólkurin Gluntan, Hanne Mette, Sommerson band og Finnur S. Olsen hava konsert. Norski dansibandsbólkurin Gluntan hevur verið væl umtóktur í norðanlondum í nógv ár og nú koma teir endiliga til Føroya.  Við sær til Føroya hava teir Hanne Mette sum gestasangara og at toppa alt við, koma føroysku Sommerson Band at leggja dám á kvøldið, við teirra altíð góða tónleiki. Hesin bólkur varð stovnaður í 2019 og hava teir veruliga vunnið nógv føroysk country hjørtu síðan tá. Afturat øllum hesum, kemur Finnur S. Olsen frá “Upp á Tá” at venda plátur. Tí fáa vit tað besta av tí besta innan dansibands tónleik leygarkvøldið 28. oktober í Høllini á Hálsi. 

Atgongumerki fáast í forsølu á ebillett.fo fyri 480 kr. íroknað avgreiðslugjald.  

Prísurin hækkar 25.oktobur á midnátt upp á duraprís, sum er 600 kr. 

Eisini er møguligt at keypa hotelpakkar har tit gista á Hotel Djurhuus. Prísur úr kr. 850,- per persón íroknað morgunmat.

Atgongumerki kunnu keypast á www.ebillett.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder