Politikkur

Hann ið sjálvur er reinur, hann kasti fyrsta steinin

Í útvarp sendingini Andglettinum í vikuni fekk Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, spurning um Miðflokkurin fór at stuðla einum samkyndum forsætisráðharra í Danmark.

2022-10-29 22:19 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, svaraði at tað hevði ikki komi uppá tal. Útvarpverturin spurdi hann síðani hví ikki, og svarar Jenis soleiðis, “at liva sum so kallaður homosexuellur, tað er í stríð við tað grundlóg (her er talan um kristnu grundlógina, ikki løggfrøðiligu), sum eg sjálvur havi, og Miðflokkurin hevur, og sum eg haldi Føroyar eisini hava.”

Tað hevur skapt nógv kjak hesar seinastu dagarnar, og tað hevur m.a. havt við sær, at Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi og rættvísins hirði, hevur verið frammi og sagt, at “Vit krevja, at løgmaður, Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin seta Jenis frá. Annars reisa vit misálit á løgtingi.”

Eisini hevur formaðurin í Javnaðarflokkinum verið úti við einum skrivi, har hann vísir á, at hann hevur sett løgmanni ein fyrispurning um, hvørt løgmaður er samdur við Jenisi.

Men sami Aksel hevur fleiri ferðir víst á, at Javnaðarflokkurin ikki vil í samgongu við Fólkaflokkin, og vil tað siga, at Javnaðarflokkurin við Akseli á odda útihýsir útvið fjórðinginum av teimum ið greiddu atkvøðu til síðsta Løgtingsval.

Er tað í lagi at Aksel og Javnaðarflokkurin útihýsa einum fjórðingi av Føroya fólki, og samstundis kann Jenis av Rana formaður Miðflokksins (ikki Landsstýrimaður, tí hann hevði onki at gera í Andglettinum) ikki bestemma hvønn hann hevði valt til forsætisráðharra í Danmark.

Nei hann ið sjálvur er reinur, hann kasti fyrsta steinin.

Jóhan Eli Poulsen

  1. varðamaður Fólkafloksins á Tingið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder