Henda bók er tann sjeynda í verkætlanini sum hevur í hyggju at fáa givið út tær elstu føroysku kirkjubøkurnar. Tey sum hava áhuga fyri ætt hava havt nógv stríð av at lesa hesar bøkur, tí tær eru skrivaðar við gamlari skrift og viðhvørt ótýðiliga. Handritini eru broyskin, og skulu øll áhugaði lesa tey, detta tey sundir. Tað hevur lætt um at tey eru skannaði og løgd út á netið, men tá Johan fór undir Suðuroyar kirkjubók var øll verkætlanin um at kollsigla. Tað vísti seg, at tann skanning, sum lá á netinum, var so ring at lesa, at tað ikki bar til at fáa trygd fyri, at tað sum var skrivað var álítandi. Sjálvt okkara frálíki rættlesari Sunnrid Olsen kláraði ikki hesa avbjóðing, so tað sá svart út . Men tíbetur tók Sámal Tróndur landsskjalavørður um endan og fekk lagt eina nýggja skanning út á netið, og tá bragdaði! Nú eitt ár eftir at sætta bókin kom út kunnu vit leggja Suðuroyar kirkjubók út.
Her eru nógvir bókstavir og nógv tøl, og einki mannaverk er lýtaleyst. Tað sum her verður roynt er at fáa eitt avrit av upprunaligu bókini sum er nágreinliga tað sum har stendur. Vit hava á øllum framløgunum heitt á øll um at boða okkum frá um so er at tey koma fram á okkurt har vit hava mistikið okkum. Ætlanin er at seta ein rættingarlista í síðsta bindið í hesi ritrøð soleiðis at tað ber til hjá lesarunum at rætta feilirnar í sínum egna eintaki. Higartil er ein rætting komin inn, men Johan sigur seg ikki ivast í, at tá ið suðuroyingarnir fara at nærlesa hesa bók, fer at koma meir fram enn so. Men hetta sigur okkum ið hvussu er, at Johan og Sunnrid Olsen hava gjørt eitt valaverk, sum álit er í.
Sjálvandi kunnu vit ikki lastast fyri at prestarnir hava skrivað skeivt og gloymt okkurt. Vit kunnu samanbera við aðrar keldur og meta um hvar ið rætt er. Eitt nú minnist eg langommu mína, dóttir Niels Paula á Bakkanum í Hvalba, sum gjørdist bóndakona í Hoyvík. Hon var bangin fyri vindi, og hon segði tað var tí at tá hon var smágenta vóru húsini farin av vindi, og lítlibeiggi hennara, sum svav við hennara lið, fekk ein bjálka í høvdið og doyði. Nær hann doyði stendur í hesi kirkjubók, men har stendur at hann var kvaldur. Her er tí ósamsvar millum skrivligu samtíðarkelduna og munnligu frásøgnina, so ringt er hjá okkum at siga hvat ið rætt er, men bókini fyri at takka veit eg nú við vissu nær langommubeiggi mín í Hvalba doyði eina ódnarnátt.
Sum kunnugt eru slóðarar týdningarmiklir. Av teimum hava vit tveir, sum hava givið út kirkjubøkur. Teir eru Petur Martin Rasmussen, sum gav út tær elstu í Suðurstreymoy, og Poul Andreasen sum gav út ta elstu í Suðuroy. Johan sigur, at hevði Poul Andreasen ikki gjørt sítt mikla verk hevði eingin bók verið komin út í hesum árinum, so vit hava Póli nógv at takka fyri. Somuleiðis hava vit nógv at takka Johan Samuelsen fyri tí at hann skrivaði so nágreinliga um fólk í Suðuroynni og Torgir Strøm fyri at hann fekk hetta tilfar prentað. Fyri at kunna finna fram nøvn og staðarnøvn er neyðugt við einum stíli, eitt indeks ella eitt navnayvirlit. Her eru vit so heppin at hava Erling Isholm, sum ófatiliga skjótt gjørdi stílin til hesa bók. Men alt hetta hevði verið til fánýtis um vit ikki í Føroyum høvdu ein tvørámann, Jon Hestoy, sum hevur eina prentsmiðju, sum klárar at prenta eina so stóra bók eftir nøkrum fáum døgum. Øllum hesum fólkum kann felagið Varðin takka stórliga, men eingin av okkum hevði kunna gjørt nakað sum helst, um Johan G. Mikkelsen ikki hevði sett seg niður og lisið og skrivað av tær gomlu fúnaðu kirkjubøkurnar.
Tí kunnu vit siga:
Ger so væl Johan Guttormur Mikkelsen. Her er Suðuroyar kirkjubók 1745-1892.
[vegna Varðan 15. juni 2022 Zakarias Wang]
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald