
Síðstu átta árini hevur hann verið skipsinspektørur. Hallur hevur siglt við at kalla øllum skipunum hjá SSL og kennir tey tí niður í minsta smálut: Teistin, Ternan, Ritan, Sildberin, Sam og Smyril (Morten Mols), Teistin (Mikkel Mols), Tróndur, gamla Ternan, Pride, Dúgvan. Hallur lærdi á MEST í 1982-86 og fór síðani á maskinskúla. Sigldi árini 1990-94 við skeljatrolaranum Fame, Føroyingi, Váðasteini og Jógvan á Gørðum. Hallur er ættaður úr Hesti, har ið familjan enn hevur hús. Konan Randi og hann eiga fýra børn, og barnabørnini eru tvey. Á móttøku á Farstøðini í Havn nýttu starvsfelagar, familja og vinir høvið til at heilsa upp á Hall á hansara 30 ára starvsdegi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald