
Tórshavnar kommuna:
Seinnapartin í gjár var hátíðarhald í samband við, at fyrsti hakin varð settur í til Røktarheimið á Stórubrekku í Hoyvík. Elsa Berg, borgarstjóri, og Kristianna Winther Poulsen, forkvinna í heilsu- og eldra nevndini, bóru fram røðu.
Her er brot úr røðuni hjá Elsu Berg, borgarstjóra:
"Umsíðir kom dagurin, har byggingin av Røktarheiminum á Stórubrekku fer í gongd av álvara. Eg eri takksom fyri, eg kann taka lut í hesum týdningarmikla máli – nevniliga at skapa betri karmar til eldrarøktina og at geva okkara kæru borgarum eitt trygt og gott heim í Tórshavnar kommunu. Vit vita øll, at hvørt samfelag og kommuna verður mett eftir, hvussu vit taka okkum av okkara veikastu – teimum, sum hava lagt lunnar fyri okkara vælferð og nú hava tørv á hjálp. Tað eru júst hesi menniskju, ið skulu búgva á Røktarheiminum á Stórubrekku. Vit vita, at talið av eldri borgarum veksur munandi næstu árini, og hjá kommununi er neyðugt at økja plássini og betra um karmar til røktina í framtíðini, eisini fyri starvsfólkini.
Tørvurin á plássum er alstórur og tað krevsur, at vit sum kommuna handla. Hetta snýr seg um viljan at gera tað rætta og at taka ábyrgd, og tað gera vit sjálvandi. Hetta Røktarheimið á Stórubrekku er eitt gott stig á leiðini. Síðst í 2022 vórðu fýra 4 ráðgevaratoymi boðin til verkætlanarkapping um sniðgeving og heildarráðeving av Røktarheimi á Stórubrekku. Uppgávan fevndi um røktarheim á Stórubrekku við 64 búplássum og – sum nakað slóðbrótandi – eisini 16 røktaríbúðir. Aftrat hevur røktarheimið dagtilboð til 50 eldri heimabúgvandi, stórkøk og vaskarí, fysioterapi og ergoterapi.
EYA/CUBO vann ráðgevarakappingina og hevur staðið fyri prosjekteringini. Síðst í januar 2025 komu tilboðini uppá byggingina inn. Millum fimm bjóðandi vann Articon uppgávuna við prísi beint undir 300 mió kr. Tað hugaliga við hesi bygging er eisini, at talan er um fleiri minni, samanbygd hús í ymsum hæddum og rætningum. Byggingin leggur dent á, at búfólk skulu kenna tað heimligt og trygt, og at umstøðurnar eru róligar við góðum hentleikum. Eg vil heita á tykkum øll – allar borgarar í Hoyvík og í Tórshavnar kommunu – at taka væl ímóti verkætlanini. Tað skal ikki bara vera eitt stað at "vera" – men skal vera eitt heim. Eitt stað, har lívsgóðska, tryggleiki og virðing eru í hásæti. Lat okkum saman tryggja, at tey, sum bóru okkara byrðar, nú kunnu hvíla í vissu um, at vit eisini bera teirra. Tað er okkara skylda – og okkara møguleiki.
Nú vit fara at loysa fyrsta flagið av, vil eg ynskja Articon bestu eydnu við byggingini. Eg vil eisini takka EYA, sum hava verið høvuðsráðgevarar. Undirráðgevarar CUBO, VERKFO, PBC og LBF. Byggiharraráðgevi er RÁÐ. Eg vil eisini takka bygginevndini, bæði tey í undanfarnu býráðssetu og teirri, vit nú eru í. Tøkk skal eisini fara serliga til Kristionnu Winther Poulsen, forkvinnu, sum eisini kemur at siga nøkur orð, og til øll, sum í aðra máta hava tikið lut, eitt nú dómsnevndir, faknevndir, umboð fyri brúkarar, fakfólk í gransking og fleiri onnur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald