Heystfrágeiðingin frá Búskaparráðnum.
Eitt átak, ið økir um arbeiðsútboðið, er at økja um árini á arbeiðsmarknaðinum. Tað kann gerast við at hækka pensjónsaldurin. Tað er vanligt, at broytingar í pensjónsaldrinum skula fráboðast 10 ár frammanudan tær taka við, og tí er umráðandi at fremja broytingarnar í pensjónaldrinum beinanvegin.
At hækka pensjónsaldurin betrar eisini um fíggjarpolitiska haldføri, tí tað bøtir um lutfallið millum tey sum eru á arbeiðsmarknaðinum og tey sum eru uttanfyri arbeiðsmarknaðin. Pensjónsaldurin eigur í minsta lagi at fylgt eini indeksering, ið merkir, at pensjónsaldurin hækkar so hvørt, sum restlivitíðin hjá pensjónistum hækkar.
Restlivitíðin hjá fólki, ið hava rokkið pensjónsaldur, er tó longu hækkað við 4 árum síðani 1988, uttan at pensjónsaldurin er øktur samsvarandi, og vit eru, sum nú er, afturúr við at hækka pensjónsaldurin. Tá ið pensjónsaldurin ikki hækkar samstundis sum liviárini gerast fleiri, førir tað til ein ójavnvág í lutfallinum millum hækkandi útreiðslur til pensjón og relativt færri skattainntøkur frá arbeiðsinntøkum í arbeiðslívinum og tað hongur ikki saman í longdini.
Neyðugt er tí at stilla pensjónsaldurin, so økti livialdurin ikki einans fer til fleiri ár á pensjón, men eisini til fleiri virkin ár á arbeiðsmarknaðinum. Neyðugt er tí at seta ferðina upp á javningini á áramálunum í ávikavist arbeiðs- og pensjónslívinum fyri at gera fíggjarpolitikkin haldføran.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald