Bygdaráðsfundur: 27.05.2026 kl.18:00 – kl. 19:00
Fundarstaður: Fundarhøli
Hjástødd:
- Eyð Ellingsgaard
- Jón Joensen
- Hans Kári Hansen
- Elias Davidsen
- Tóki Joensen
- Helena H. Guttesen
- Hugin Skaalum
Umframt: Bjørg Beder, skrivari
Mál nr. 39/2026
J.nr. 211-7-2026
Ársroknskapurin hjá Sørvágs kommunu fyri 2025
Málslýsing: Ársroknskapurin hjá Sørvágs kommunu fyri 2025
Endaligu roknskapartølini í mun til játtanina vóru:
Tilmæli 27.05.26: Fíggjarnevndin mælir til at góðkenna Ársroknskapin hjá Sørvágs kommunu fyri 2025
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at góðkenna Ársroknskapin hjá Sørvágs kommunu fyri 2025
Mál nr. 31/2026
J.nr. 211-5-2026
Fígging av ítróttarhøllini
Málslýsing: Fígging av ítróttarhøllini.
Tilmæli 20.05.26: Fíggjarnevndin mælir til at taka av tilboðnum frá Norðoya Sparikassa um lán uppá 40 mió.kr. í sambandi við bygging av ítróttarhøllini.
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at taka undir við tilmælinum frá Fíggjarnevndini.
Mál nr. 32/2026
J.nr. 211-6-2026
2. viðgerð av eykajáttan til útiøkið rundanum Messuna
Málslýsing: 2. viðgerð av eykajáttan til útiøkið rundanum Messuna
Tilmæli 22.04.26: Tekniska nevnd mælir til at kanna møguleikan at leggja avfresa tilfar á økið.
Tilmæli 23.04.26: Fíggjarnevndin mælir til at játta eina eykajáttan á kr. 500,000,- til konto 7.38.14.380 Bátahylurin, havnir og lendingar til at leggja avfresa tilfar á uttanum økið við Messuna.
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at hækka eykajáttanina upp til kr. 600.000,- við 2. viðgerð.
Peningurin verður at taka av tøkum peningi
Mál nr. 40/2026
J.nr. 542-51-2026
Umsókn um byggiloyvi á matr. 422i á vinnuøkinum á Hálsi.
Málslýsing: Eigarnir av matr. nr. 422i á vinnuøkinum á Hálsi, søkja um byggiloyvi til nýggjan kontór- og lagurbygning.
Tilmæli frá tekniska leiðaranum: Tekniski leiðarin mælir til at játta byggiloyvið vísandi til umsókn og tekningar. Um loyvið verður givið, skal byggjast eftir innsendu tekningum, og viðmerkingum í tilmælinum og annars eftir ásetingunum í BK17 og byggisamtyktini. Tilmæli 19.05.26: Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá tekniska leiðaranum, um at játtað byggiloyvið til nýggjan kontór- og lagurbygning á matr. 422i á vinnuøkinum á Hálsi, vísandi til umsókn dagfest 11. mai 2026
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at taka undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.
Mál nr. 41/2026
J.nr. 548-13-2026
Umsókn um keyp av av vegi matr. 30ay
Málslýsing: Umsókn frá John Gudmundsen, um keyp av vegi matr. 30ay í Sørvági.
Tilmæli 19.05.26: Tekniska nevnd mælir frá at selja matr. nr. 30 ay sum er avlagt til almenna gøtu.
Viðvíkjandi møguligum bilhúsi á matr.137 so skal innkoyringin verða frá Garðsvegnum.
Tilmæli 20.05.26: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at taka undir við tilmælinum frá Teknisku- og Fíggjarnevndini.
Mál nr. 42/2026
J.nr.548-14-2026
Umsókn um sundurbýti av matr.23b í Mykinesi.
Málslýsing: Eigarin av matr. nr. 23b í Mykinesi søkir um at sundurbýti av matr. 23b í Mykinesi
Stykkini eru ávikavist 19 fermetrar og 51 fermetrar.
Tilmæli 19.05.26: Av tí at lutirnir eru so smáir mælir Tekniska nevnd frá sundurbýti av matr. 23b í Mykinesi.
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at taka undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.
Mál nr. 43/2026
J.nr.542-66-2025
Umsókn um byggiloyvi til uppíbygging av høll á matr. 422q á vinnuøkinum á Hálsi
Málslýsing: Søkt verður um byggiloyvi til uppíbygging av høll á matr. 422q á vinnuøkinum á Hálsi
Tilmæli frá tekniska leiðaranum: Tekniski leiðarin mælir til, at játta byggiloyvið vísandi til umsókn og tekningar. Mælt verður tó til, ikki at útskriva loyvi fyrrenn matr.nr. 422ac og 422q endaliga eru løgd saman. Um loyvið verður givið, skal byggjast eftir innsendu tekningum, og viðmerkingum í tilmæli og annars eftir ásetingunum í BK17 og byggisamtyktini.
Tilmæli 19.05.26: Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá teknisk leiðaranum um loyvi til
uppíbygging av verandi høll á matr. nr. 422q á vinnuøkinum á Hálsi, vísandi til umsókn dagfest 2. juli 2025
Mælt verður tó til, ikki at útskriva byggiloyvið fyrrenn matr.nr. 422ac og 422q endaliga eru lagdir saman til ein matrikkul.
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at taka undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.
Mál nr. 44/2026
J.nr. 542-1-2026
Umsókn um byggiloyvi til raðhús á matr. 62h í Sørvági.
Málslýsing: Umsókn um byggiloyvi til raðhús í einari hædd við 7 íbúðum á part av matr. nr. 62h í Sørvági.
Tilmæli frá tekniska leiðaranum: Tekniski leiðarin mælir til, at játta byggiloyvið vísandi til umsókn og tekningar. Tó verður mælt til ikki at útskriva loyvið fyrr enn orkuramman er tøk og sundurbýti er endaligt.
Um loyvið verður givið, skal byggjast eftir innsendu tekningum, og viðmerkingum í tilmælinum og annars eftir ásetingunum í BK17 og byggisamtyktini.
Tilmæli 19.05.26: Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá tekniska leiðaranum um byggiloyvi til 7 íbúðir á matr. 62h í Sørvági, vísandi til umsókn og tekningar dagfest 18.05.2026
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at taka undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.
Mál nr. 45/2026
J.nr. 215-30-2025
Leigumál við Vestmek viðv. timburgoymslu á matr. 356 á havnarøkinum.
Málslýsing: Leiguøki til timburgoymslu á matr. nr. 356 á havnaøkinum.
Tilmæli 18.05.26: Havnarnevndin mælir til at gera ein 5 ára sáttmála við Handilsvirkið Niclasen, um økið til timburgoymslu á matr. 356 á havnarøkinum
Tilmæli 20.05.26: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Havnanevndini og fyrireikar ein sáttmála við Handilsvirkið Niclasen
Fíggjarnevndin mælir til at leigan verður sett til kr. 1.500,- kr. um mánaðin.
Avgerð: Bygdaráðið samtykti, at man í fyrstu atløgu setur prísin eftir verandi kostnaði á kaiøkinum.
Somuleiðis varð samtykt, at kommunan fer at endurskoða/dagføra verandi fermetra prísir.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald