2022-06-13 21:06
Løgmaður greiddi teimum frá tí nýggjasta sum er hent á rættarpolitiska økinum í Føroyum, eitt nú um dagførdu rættargangslógina, politilógina, revsislógina og nýggju ætlaninar um at byggja nýtt fongsul í Føroyum.
Eisini tosaði løgmaður um almennu politisku støðuna í Føroyum seinastu árini, eitt nú um fíggjarsrtøðuna og um almennar útbyggingar.
Løgmaður nýtti høvi til at heita á hægstarætt, um oftari enn higartil at viðgera føroysk hægstarættarmál í Føroyum.
Mynd: Løgmaður og Thomas Rørdam, hægstirættarforseti
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald