Politikkur

Grøna orkuskiftið

dSkulu vit skammast av at hava heimsins størsta útlát pr. íbúgva?

2022-12-03 10:10 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Nei, vit hava einki at skammast av. Vit brúka alla okkara orku uppá at metta umheimin við mati. Vit framleiða eingi vápn til at drepa menniskju við, ístaðin metta vit tey. Og tað krevur orku, nógva orku.
Einki land í heiminum hevur so umfatandi umhvørvisverkætlan pr. íbúgva sum Føroyar. Tað tekur langa tíð at umleggja hitaskipanina í 16000 húsum, umframt at gera elnetið grønari.
Tær milliarda-íløgur, sum standa fyri framman á orkuøkinum, skulu gjaldast. Tað verður størsta íløga í Føroyum nakrantíð, bæði fyri húsarhaldini og orkuveitarar, og tað eru bert vit forbrúkarar, sum skulu gjalda.
Oljunýtsluna skulu vit royna at minka sum frálíður, tað er skilagott samfelagsliga og umhvørvisliga.
So góðu føroyingar. Takið tað púra róligt. Vit skulu brúka vit og skil og gera tað sum rætt er, og ikki lata okkum ávirka av tí, sum verður varpað út dag og dagliga í miðlunum.
X við A
Frits Strøm

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder