2026-05-04 09:48
Fyri løtu síðan var ein grind funnin undir Sørvágsbjørgunum. Tað er um kyrrindir og komandi eystfall, so tað skuldi verið gott.
Uppdatering kl. 11.38:
Teir mistu grindina burtur eina løtu, men nú er hon funnin aftur út fyri Trælanípu.
Ætlanin er at reka grindina á Sandavág.
Uppdatering kl. 12.00: Grindin er nú við Klovning - Sýslumaðurin biður fólk koma á Sandin, tí har manglar fólk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald