2023-09-22 15:51

Jens Jensen, sýslumaður sigur, at talan er umleið 40 hvalir, sum løgdu beinini í Hvannasundi, drápið gekk væl, tað tók einans seks minuttir.
Nú verða hvalirnir hivaðir upp á land í Hvannasundi, og síðani verður farið í holt við at merkja.
Býtt verður í drápspartar, sigur sýslumaðurin.
Grindin varð funnin í Árnafirði um middagsleitið. Tað vóru fólk á landi, sum boðaðu frá grindini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald