
Hon er áður tilnevnd eina Grammy virðislön og hevur arbeitt á skeringum hjá heimskendu Deadmau5, The Bloody Beetroots, Cher og Ludovico Einaudi.
Vit eru bæði errin og takksom, at tað hevur eyðnast okkum, at fáa Gretu Svabo heim at framföra fyri okkum á G! 2025.
Vanliga avdúka vit hvönn týsdag eitt navn á umfatandi skránni fyri G! 2025, men hesa vikuna er Spæl Föroyskt vika, tí práta vit bert um föroysk növn og avdúka hvönn dag í vikuni enn eitt frálíkt föroyskt navn. Gleð teg at uppliva Hall Joensen, Marius DC, Beinir, Benjamin Rajani, Gretu Svabo og nógv onnur.
G! verður dagarnar 17.-19. juli í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald