Vinna

Granskingarúrslit: Laksur í harðbalnum umstøðum

Fiskaaling, sfi EXPOSED og Hiddenfjord samstarva um verkætlanina, sum kannar, hvussu laksur ber seg at í harðbalnum umstøðum.

2022-03-04 09:24 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Gransking: Verkætlanin Salmon and the Surf granskar, hvussu laksur ber seg at undir harðbalnum umstøðum. Nú hevur Ása Johannesen, PhD og granskari á Fiskaaling, givið út nýggjastu úrslitini í vísindaliga grein í tíðarritinum PLOS One.

Fiskaaling, sfi EXPOSED og Hiddenfjord samstarva um verkætlanina, sum kannar, hvussu laksur ber seg at í harðbalnum umstøðum. Salmon and the Surf er hálvtfjórða ára long Post-Doc verkætlan hjá Ásu Johannesen, og er hetta onnur vísindaliga greinin, sum er skrivað í hesum sambandi.

Gransking á Hestfirði

Í vetrarmánaðirnar vórðu alda og streymur mátað nærhendis alibrúkinum á Hestfirði. Samstundis vórðu trýstmárar settir á eina alinót at máta, hvussu skapið á nótini broyttist, tá tað rak hart, ella tá nógv alda var. Ekkolodd undir sama ringi, sum høvdu trýstmátarar, mátaðu hvar í nótini, ið laksurin var. Harumframt filmaðu fimm kamera fiskin javnan, soleiðis at tað bar til at eygleiða atferðina hjá fiskinum, tá streymurin var harður ella veikur, ella tá aldan var stór ella lítil.

Greinin í “Open access” tíðarritinum PLOS One lýsir úrslitini frá verkætlanini. Kanningarnar vísa fyrst og fremst, at nótin verður skumpað upp eftir við rákinum, og hetta ger, at fiskurin hevur minni pláss og fer tískil tættari saman.

Fiskurin søkir eisini niður eftir, tá nógv alda er, og somuleiðis um dagin, tá ljóst er. Umframt at fiskurin søkir burtur frá vatnskorpuni í stórari aldu, so fer hann eisini inn eftir - tó ikki um tað eisini rekur.

Tá hesi viðurskifti verða løgd saman, so minkar rásarúmið hjá fiskinum nógv, sum soleiðis hevur minni rúm í aliringinum.

Niðurstøðan er, at viðurskiftini undir mátingunum vóru ongantíð ring fyri laksin. Hinvegin er greitt, at tá avgerð verður tikin um stødd á alieindum og hvar tær skulu vera, so skal hædd takast fyri, hvussu nógv minni rásarúm fiskurin kann hava, serliga tá bæði stór alda og harður streymur raka samstundis.

Ása Johannesen er høvuðshøvundur, og viðhøvundar eru Øystein Patursson, Jóhannus Kristmundsson, Signar Pætursonur Dam, Mats Mulelid og Pascal Klebert.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder