Mentan

Grækarismessuhald í viðarlundini í Miðvági í dag kl. 17.00

Á Grækarismessu, hósdagin 12. mars skipar Skótalið Mikkjals á Ryggi fyri grækarismessuhaldi í viðarlundini.

2026-03-12 07:46 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Skótarnir ganga skrúðgongu frá skótahúsinum, so tey koma í viðarlundina kl. 17.00, tá tiltakið byrjar. Á skránni verður felagssangur, og Tummas Lauritsen heldur grækarismessurøðuna.

Aftaná verður høvi at fáa ein drekkamunn og okkurt gott afturvið. Skótarnir fara eisini at hava tombolasølu og selja focaccia-pitsur. Samstundis verða lutaseðlarnir, sum eru seldir til frama fyri ferðina hjá teimum, ið fara til Danmarkar í summar, trektir.

Øll eru hjartaliga vælkomin at vera við til at hátíðarhalda Grækarismessu og bjóða tjaldrinum og várinum vælkomnum.

Vága kommuna

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder