Jóhannis Joensen helt miðnáttarrøðuna á Vestanstevnu:
Áðrenn talgilda tíðarrákið floymdi inn yvir okkum, og alnótin tók valdið á okkum. Samtalan og samveran er tíverri fánað, í versta føri tagnað. Fleiri sita vit í okkara egna heimi og samskifta umvegis netið, har vit leggja okkara lív út á blik. Kappast um at tekkjast hvør øðrum. Í einsemi sita vit aftan knøttarnar. Hetta rákið mergsýgur barnasálina, samveruna, fría lyndið og samtaluna. Okkara lív verður talgildað - tó at tøknin er hent, so skal máti vera við. Vangin, samleikin, alskins talgildir pallar - alt okkara lív skal gerast ein internetsamleiki, har trygd og eftirlit eru lyklaorð fyri at vera virkin og viðspælarar í samfelagsins hamstarahjóli. Tað skal ganga skjótt og helst skulu við ikki steðga á og vera kritisk. Fleiri og fleiri møguleikar, fleiri val, fleiri útbúgvingar. Vit skulu velja okkara lívseydnu á ungum árum. Børnini skulu testast, mátast og vigast, har 12 tølini tryggja eitt eydnuríkari lív. Restina tosa vit ikki um, tí stressið við ikki at fylgja streyminum skapar høvuðpínu, angist og búkilsku.
Hvar fór gleðin við bara at vera til? At vera eitt gott menniskja? Ein góður granni? At vera har fyri onnur? Er barnalundin kanska eisini talgildað? Hvussu gongur við at savnast í felaskapi? at byggja eina holu ella ein demmning yvir ósan á sandinum, sum fyrr var eitt stórt barnaátæk og barnaspæl? Hvar eru orginalarnir, sum ríkaðu bygdalívið? Hví skulu vit øll renna kapp upp á tindarnar? Ikki tí, tað er gott at ganga fjøllini og síggja náttúruna, men tað er hinar tindarnar, karrierutindarnar og mammonstindarnar, eg her hugsi um.
Tað er ein sonn frægd, tá vit onkuntíð síggja børn og ung renna rundt í bygdunum til langt út á summarnæturnar. Flenna og práta í góðum lag. Tað mennir okkum sum menniskju at vera saman og at samskifta. At savnast í góðum uppbyggjandi felagskapi.
Pengar er ikki eydnan, men tað ger alt lættari, verður sagt. Gamaní. Men rætt eydnusemi er heldur at síggja tað vakra, sum er í nánd, sum kendi sangurin sigur og at hjálpa, har tørvurin er - bæði nær og fjar. At taka atlit til næstan og hansara tørv fram um eins egna tørv. Mikkjal á Ryggi yrkir “At eydnan er at finna, har grannar semjast væl.”
Nú kríggj er í okkara grannalagi og bumburnar bresta í Ukraina hevur ongantíð verið týdningarmiklari at standa saman sum fólk og medmenniskju. Vit liva í einum frælsum landi, har tryggleiki valdar. Tað eiga vit ikki at taka fyri givið. Vit eiga at standa saman um friðin, kærleikan og vinarlagið - gestablídnið, sum Mikkjal á Ryggi eisini yrkir um í sálminum. Hann sigur :“Har blídni er við borð, har mildar tungur sáa, tey troystaríku orð”. Vit eiga at sita væl um sátt í Vágum og standa sterk úteftir. Vit hava nakað at vera stolt av. Ídni, bæði á sjógvi og á landi. Í arbeiði og frítíð eru vit virkin og hugbundin. Vit eru errin av at vera vágafólk, bygdafólk og miðvingar.
Eg hugsi, at dannilsi og fólkaræði er grundarsteinurin. Avgerandi er, hvør tú ert og ikki bara hvat tú gert. Skulu øll gerast akademikarar, sum vegleiða og siga, hvat hini skulu gera? Skal størsta arbeiðsstyrkin setast á skipsbrúnna og færri á skipsdekkið? Ella er neyðugt at hava fólk, sum ger gólvarbeiðið og er stolt av hesum arbeiði? Kjarnuarbeiðið, sum talað verður. Tað er mangan hugurin, ið drívur verkið. Tí er neyðugt, at vit gera tað, vit hava hug og dirvi til og ikki bara tað, ið væntast av okkum í dagsins meldri.
Tað er so sera týdningarmikið, at vit seta stevnur, har vit hittast til álvara og gaman. Trega dansin og kappast í leikum. At vit traðka út ur meldrinum og inn í samveruna og samtaluna í góðum verskapi.
Hóast tað mesta verður staðsett og umrøtt í og úr Tórshavn, so skulu vit virka fyri, at tað er pláss uttanfyri miðstaðin, tí her trívast vit sum bygdafólk í einum fjølbroyttum landi. Fyri at trívast, eiga almennar tænastur altíð at liggja so tætt borgaranum sum gjørligt. Tær og mær, okkara foreldrum og børnum at gagni. Føroyar eru ikki fjøllbygdar, tí eiga allar oyggjar ein sess og leiklut í samfelagnum.
Vit vágafólk eru bundin saman at skapa livilíkindir her vesturi. Vit skulu standa saman fyri at menna okkara øki sum eitt framkomið, vinarligt nærsamfelag, har øll vilja búleikast og virka. Vit eru eitt virkið fólk innan allar geirar. Øll eiga ein sess her og skulu trívast í Vágum. Høvuðsstaðurin dregur, og tí mugu vit skapa trivna her í Vágum. Tað er her, vit skulu trega dansin.
Felagslívið og ítróttarlívið má stuðlast frá øllum geirum. Bæði landspolitiskt og kommunupolitiskt. Minnist, tá vit sum smábørn bara vóru saman í spæli í bønum, á sandinum, í ósanum. Hetta var himmalskt fyri barnasálina. Eg haldi, at vit áttu at tikið felags tak, at sløkt alnótina eina viku um árið um summarið í góðveðri. Tá høvdu børn og vaksin aftur sæð sandin, bøin og ánna sum ein blett at dvøljast við og leika á . Vit eiga jú eina perlu av eini vigarlund, sum kommunan, við Sidney á odda, so meistarliga hevur dyrkað og røkt til gleði fyri okkum øll. Slíkt skal ikki undirmetast. Eisini hevur Aldan, stýrd av megnar kvinnum, saman við kommununi, gjørt summartiltøk á sandinum, sum gleða bæði børn, vaksin og ung. Haldið á við hesum. Tit skapa trivna.
Vit eru góð við okkara land - góð við okkara oyggjar. Men vakurleikin í Føroyum er ikki nóg mikið fyri at trívast. Vit mugu øll kunna eiga ella leiga eitt heim at búgva í. Her hava myndugleikar skyldu til at útboðið av bústøðum er nøktandi til øll. Í Miðvági er ongin almenn leiguíbúð og fólkatalið minkar. Í Vágum eru 15 almennar íbúðir tilsamans. Hetta er als ikki nøktandi, tá hugsað verður um, at vit eru væl omanfyri 3400 fólk í Vágum. Her eiga vit - bæði kommuna og land - eina stóra ábyrgd og uppgávu at loysa.
Vit hava øll týdning, og tí er ymiskleikin og fjøllbroytni í okkum ein styrki. Í Føroyum er eyðkent, at vit øll liva saman høg og lág, pengasterk og pengaveikari. Tað er av stórum týdningi, at vit taka okkum av hvørjum øðrum og stuðla hvørjum øðrum. Ongin keta er sterkari enn veikasta liðið. Vit liva í heimsins ríkasta landi, og tí eigur ongin at líða neyð í Føroyum. Nú vit gerast fleiri og eisini við ymiskum nationalitetum, er tað ein skylda, sum liggur á okkum lokalu, at øll kenna seg heima og vælkomin í Vágum.
Í kendu yrkingini Áttamannafarið 1913 – sígur Mikkjal á Ryggi - leystliga endurgivið her: “Tann báturin nevndur er áttamannafar, sum søkklaðin legðist at støðum”. Í kappróðrinum í dag hava fleiri áttamannafør róð á Miðvági. Sjálvandi vóru bæði Miðvingur og Sørvingur við, umframt allir hinar dugnaligu vágabátarnir. Tó - tað eru ikki nógv áttamannafør, súðubygd úr timbri, sum føra fisk til lands í dag. Plastbáturin er lættari at viðlíkahalda. Og tað, sum er lættari og skjótari, tað velja vit. Tí, sum kunnugt, so skal alt loysa seg og ganga skjótt og lætt. Tíðin er avgerandi. Kappróðurin verður helst hann, sum varðveitir føroyska árabátin og bátasmíðið.
Kappróðurin er eisini tjóðarítrótt føroyinga. Henda aldargamla ítrótt er enn bulurin og stevnumiðdepilin. Hóast føroyski báturin verður meira forkunnigur og bátasmíð fjarðar úr bygdamyndunum í Føroyum, so hoyrast onkustaðni klinkini enn, tó at tey fækkast í stórum. Minnist væl, tá pápi smíðaði bátarnar í bátasmiðjuni. Klinkini hjá Stoffa og pápa sungu sum kvæðastev um allan Miðvág. “Høggini falla tung og títt, tað syngur í gyltum ringi”, sum kenda kvæðaørindið sigur. Nú eru ongir virknir bátasmiðir eftir í Vágum. Hetta handverk, sum hevur evnað serføroyska bátssniðið og hevur borið mongum húsarhaldi mangan góðan fongin, um tað var til útróðrar ella í grind, eftir bjargaseyði ella eftir fugli, er fánað og fúnað. Nú er alt bara minnir, sum Jens Eli sigur í sanginum. Og nú vit halda vestanstevnu og Jens Eli Ellefsen liggur undir børu, kann eg ikki lata vera við at nevna tað íkast, hann og onnur gjørdu fyri at skapa trivna og lív í Vágum og í bygdini her. Sangirnir tala fyri seg. Tó tað síggjast enn í dag vøkur 10 mannafør og seksaringar úr timbri á veg til útróðarar út av vágni. Hugsi um m.a. bátar hjá Brandi og Vála Kristian. Ein frægd at síggja.
Men “latið ei søguna doyggja”, sum skaldið sigur. Fleiri søvn eru á veg. Bátasøvn, sum varðveitsla av føroyska bátinum og siðaarvinum. Í Sandavági, verður ein bátur smíðaður úti hesar dagar, sum livandi savn. Í Miðvági verður arbeitt við grønlandsbátasavni og gamli træbáturin Heimdal verður varðveittur. Grindabátarnir verða varðveittir í neystum í fleiri bygdum. Og í Sørvági verður Sjósavn bygt, sum m.a. skal hýsa modelskipum og bátum. Vágar er sanniliga stórur viðspælari, tá tað kemur til at varðveita siðaarvin. Hetta arbeiðið hevur uppiborið at stuðlast av øllum almennum pørtum.
Í Miðvági hevur sjálvbodna arbeiðið altíð blómað. Kvinnur og menn hava skipað seg í bólkar at byggja bygd. Bygdarhúsið varð bygd við slíkum ídni. Felagið Gleimur, MR og MB, saman við fleiri, hava eisini skipað manga veitsluna. Hetta var eisini táttur í fleiri bygdum í Føroyum. Ósjálvsøkið trivnaðararbeiði. Ítróttararbeiði, skóta og annað felagsarbeiði hevur hildið lív í fleiri bygdum í Føroyum. Eisini í Vágum. Tá onkur fór um sýn, spíraðu onnur fram.
Enn skipa bólkar seg um m.a. at byggja mentunarbygningar, standmyndir, søvn o.a. eisini til at skriva og dokumentera. Hetta eru sera dugnaligar eldsálir, sum ríka okkara bygdamynd við teirra ídni og ósjálvsókni, bygdalívinum og minnum at frama.
Nýggja skotið á stammuni er snotuliga ríðihøllin úti á Dal. Kom at hugsa um kvæðaørindini í m.a. Jalgrímskvæði: “Út varð loystur gangarin uppi við hallarveg, hann var prýddur við skarlak niður á hóvaskegg” Sjálvbodna arbeiðið skapar trivna og góðan anda. Ósjálvsøkni er sermerki fyri Vágar og fólkið, ið her býr. Latið ikki afturhaldskreftirnar steðga tykkum í tykkara ídni at bygga bygd og oyggj. Og stuðlið øllum slíkum arbeiði. Her vil eg eisini rósa vinnulívinum í Vágum fyri at stuðla hesum átøkum. Kenni tað sjálvur í arbeiðinum at varðveita yvir 100 ára gamla træbátin Heimdal. Har hava nógv fólk, kommuna og vinnulív stuðlað væl. Takk fyri!
Ì Miðvági hava livað nógv mentafólk. Bæði kvinnur og menn. Standmyndin av Mikkjali á Ryggi er bara ein av fleiri, sum burdu verið høgdar og uppsettar her í bygdini. Ynskiligt hevði verið at Rasmus á Háskúlanum stóð sum standmynd á fløttinum við Kirkjar uttanfyri kirkjastovu, at Beinta stóð í Jansagerði, at Dagmar Joensen Næs stóð á Tormansbakka, Gudmund Bruun og Jens Christian Svabo stóðu uttanfyri kirkjuna, fleiri onnur dømir og uppskot um staðsetingar í bygdini eru helst. Her er arbeiði, sum liggur á láni, men eg veit, at fleiri eru áhugað í at varðveita og heiðra okkara undanfarnu, sum avrikaðu nakað serligt fyri okkara oyggj og bygd.
Eins og tit, havi eg upplivað nógvar vestanstevnur. Minnist væl, hvussu vestanstevnan var nakað serligt fyri okkum vágafólk. Felagskapurin, ítrótturin og bygdalívið, har tey ungu hittast. Fólk gingu hús úr húsi at práta. Man gjørdi sær traditiónir stevnu eftir stevnu. Minnist eldri menn og kvinnur, sum stásklødd gingu út á Bakka at hyggja eftir kappróðri. Kanska onkur lokalur bátur vann. Síðan heim at eta hjá vinum og kenningum. Bara inn á gólvið uttan at siga frá. Seinni kanska ein túr í dans. Enskan og Føroyskan dans. Ja, nú hómast valla almennur føroyskur dansur. Hesin aldargamli mentunarberi, sum hevur varðveitt okkara mál, er stillisliga vorðin uppgávan hjá dansifeløgum. Vága dansifelag ger eitt stórt arbeiði á hesum fronti. Vónandi hava komandi ættarlið somu frægd sum vit at treða dansin.
Grani bar gullið av heiði í kvæðunum. Føroyingar bóru m.a. torvið og mjólkadylluna av heiði. Tað var kropsligt arbeiði og ítriv. Tíðirnar broytast, og nú skal alt ganga skjótt og vera lætt og onki verður gjørt uttan tað loysir seg. Bæði persónliga og fíggjarliga. Sum BóndaHassi - farbróðir - segði so væl: “Skal mann bara gera tað, sum loysir seg, so er lívið fátækt”.
Í dag bera vit alt í lummanum í eini snildtelefon. Skal tú boða frá tíðindum, er svarið ofta, “eg veit, tað stendur á facebook¤. Virknið á netinum ger, at vit mangla kropsliga virknið. Diabetes 2 gerst okkara fylgisveinur. Tí skulu vit hava almennan telefonpolitik. Vit mugu stýra skútuni á beint aftur. Vit vaksnu eru fyrimyndir hjá børnum okkara, og tí er tað okkara uppgáva, saman við myndugleikum, at taka stýrisvølin og seta kós. Samveran uttan telefon og internet má varðveitast.
Okkara lív er sera skipað í dag. Húsagongd skipað sum tiltak. Tiltøk sum tónleikafestivalar eru løgst afturat. Tað sýnist sum um at ítrótturin og tónleikurin dyrka sín egna leiklut í felagskapinum og í tí at vera saman. Bæði ítrótturin og tónleikurin eru góðar sosialar mennandi stevnur, men latið tað vera felagskapin og fólkini, sum eru miðdepilin. Sjálvt um tað er kostnaðarmikið at skipa fyri, so mugu pengarnir ikki stýra og halda fólki frá at møtast.
Søgan er partur av samleikanum. Samtíðin verður einaferð søga. Lat okkum virðismeta fortíðina og mynda samtíðina í kærleika og grannafriði millum oyggjafólkið í Vágum. So fer framtíðin at verða ein søguliga bjørt og minnilig fortíð fyri okkara børn.
Hóast kríggi tyngir okkara framtíðarvánir, so byrjar okkara íkast til frið millum okkum her í Miðvági í kvøld. Sløkkið fartelefonina og njótið samveruna.
Góða Vestanstevnu øll somul
Takk fyri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald