Undan farna samgonga mynstraði av áðrenn róðurtørni varð av, men sigast má at nógv er komið av skafti hesi árini ið vit hava sitið, sjálvt um bæði korona og kríggj er brostið á. Føroyar var tað landi ið kom seg best burtur úr koronakreppuni.
Vit hava tóku ferðina av tá ið vit komu inn millum boðarnar og stýrdu við kønari hond til vit komu út aftur á rúmligan sjógv og ferðin kundi setast á aftur. Tað er av størsta týdningi at hava ein skilagóðan róðursmann ið dugir sjómansskap.
Fari tí á val í dag og velji Fólkaflokkin ið hevur víst seg sum ein góðan róðursmann og velji ein skipsføra ið kann standa við róðri.
Fyri at halda kós mugu vit hava eitt stavnhald, eitt mál at stýra móti. Málið er greitt vit skulu stýra móti einum frælsum Føroyum, har ið vinnan og tann einstaki hevur frælsi at skipa seg uttan at landi blandar seg. Vit ætla ikki at broyta bara fyri at broyta, men neyðugt kann verða at broyta fyri at varðveita.
Eg vil ynskja øllum Føroyingum eitt gott val.
Guð signi Føroyar.
X við Fólkaflokkin
X við Jóhan Eli Poulsen
Gott val
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald