Tá formaðurin í Kommunufelagnum heldur, at kommunurnar undir 1.500 borgarar einki megna, so fer hann púra skeivur.
Fólkatalið í Eiðis kommunu er gott 800. Sjálvt um tað er væl undir teir 1.500 borgararnar, sum Heðin heldur einki megna, so klára vit at bjóða borgarunum eina góða tænastu.
Eg kann m.a. nevna, at vit bjóða eina sera góða dagstovnatænastu. Hetta kemur týðuliga til sjóndar, við at fleiri námsfrøðingar hava valt at arbeiða í kommununi seinastu tíðina.
Teir ítróttaligu karmarnir eru eisini góðir í kommununi. Teir gott 800 borgararnir hava atgongd til eina høll, ein fótbóltsvøll og fitnesshøli.
Eiðis kommuna klárar eisini væl tann fíggjarliga partin. Kommunan hevur eina nettoskuld, sum er undir 0,1 eina álíkning, samstundis sum vit hava eitt skattaprosent, sum er 18,75%. So lágt skattaprosent klárar eingin av størru kommunum at bjóða sínum borgarum í løtuni.
Fólkavøksturin í Eiðis kommunu vísir, at fólk eru nøgd við tær tænastur, tey fáa. Seinastu 5 árini er fólkatalið vaksið við fleiri enn 100 fólkum, ið svarar til góð 15%.
Sanniliga megna vit, sjálvt um kommunurnar ikki eru so stórar. Um Heðin er áhugaður, so skal eg við hesum bjóða honum norð til Eiðis kommunu, fyri at síggja, hvussu vit gera tað - eitt sindur uttanfyri Tórshavn.
Rógvi Egilstoft, borgarstjóri í Eiðis kommunu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald