Tíðindaskriv
Undan løgtingsvalinum 8. desember 2022 gleddist Landsfelag Pensjónista yvir, at Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin søgdu seg vilja arbeiða fyri, at arbeiðsinntøkan hjá fólkapensjónistum ikki skuldi mótroknast í fólkapensjónini, um so var, at teir komu í eina samgongu aftaná valið.
Landsfelag Pensjónista vil líka minna somu flokkar á, um ikki at gloyma hetta lyftið, nú samgongusamráðingar fara fram, hóast bert annar av hesum framvegis er í realitetssamráðingum í løtuni.
Serfrøðingur nevndi í miðlunum, at tað fór at gerast ov kostnaðarmikið hjá landinum, um arbeiðsinntøkan ikki varð mótroknað fólkapensjónini. Men gloymt varð, at landið fær skattainntøkur av arbeiðsinntøkuni hjá pensjónistunum, samstundis sum hesi geva sítt týdningarmikla íkast til vantandi arbeiðsmegina í samfelagnum.
Tjóðveldið segði, at málið kundi loysast við at hækka mótrokningarupphæddina úr 45.000 kr. til 100.000 kr. um árið. Hesum tekur Landsfelag Pensjónista ikki undir við, tí tað fer at avmarka áhugan hjá pensjónistum at arbeiða.
Seinastu orðini, umboð fyri Framsókn, sum í løtuni er partur av samráðingunum, nevndi í beinleiðis valsending í Kringvarpinum, vóru, at hansara flokkur ikki fór at taka undir við nakrari mótrokning av pensjónini.
Pensjónistar, sum fegnir vilja halda áfram við at arbeiða, eiga ikki at verða fíggjarliga revsaðir, um teir framvegis hava hug og orka at halda áfram á arbeiðsmarknaðinum.
Ikki ein einasti flokkur hevur, síðani samráðingarnar byrjaðu í sambandi við skipan av nýggjum landsstýri, alment nevnt eitt orð um pensjónistar í einum komandi samgonguskjali. Ikki eitt einasta orð.
Argir 16. des. 2022
Beate L. Samuelsen, forkvinna
Landsfelag Pensjónista
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald