Politikkur

Glíð ikki í bonivoksinum

Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum og løgmaður eru so doyvdir av bonaðu donsku gólvunum, at teir leypa Løgtingið um. 

2022-06-06 18:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í tíðindaskrivi er Føroya løgmaður so spentur sum eitt barn jólaaftan, nú danski forsætisráðharrin kemur á vitjan, og sigur Føroya løgmaður m.a.: “….har øll trý londini í ríkisfelagsskapinum sita runt borðið og á jøvnum føti viðgera uttanríkis-, verju- og trygdarpolitikk.”

Á jøvnum føti er at vera líka, at vera javnsettur. Men Fólkatingið tekur avgerð um radaran, Løgtingið sleppur ikki. Er tað á jøvnum føti?

Danir fara á fund við Nato og onnur, tað sleppa Føroyar ikki. Er tað á jøvnum føti?

Men løgmaður og landsstýrismaðurin í uttanríkismálum leggja ikki í. Bara teir sleppa á bonaðu donsku gólvini, og tosa um Mette og Jeppe, so eru teir nøgdir.

Bonaðu gólvini eru vøkur, men tey eru eisini sera hál.

Latum okkum heldur stíga fast á føroyska gólvið, og loysa. Tá kunnu vit tosa um at vera á jøvnum føti.

Beinta Løwe
tingkvinna fyri Tjóðveldi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder