Vinna

Gevast við at hópkanna fyri koronu

Nallar koronuavmarkingar fara úr gildi, steðgar Sjúkrahúsverkið við at hópkanna fyri koronu.ú  Í dag er seinasti dagur, tú kanst bíleggja tíð til koronukanning á koronu.fo.

2022-02-28 11:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tað eru sløk tvey ár síðani at fyrsta koronukanningin varð gjørd í Sjúkrahúsverkinum. Hendan fyrsta kanningin varð greinað á Statens Serums Institutt í Danmark, men skjótt varð borið at, og síðani hava allar kanningar í Føroyum verið greinaðar av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og Thetis.   


Sjúkrahúsverkið hevur havt fleiri kanningarstøðir kring landið. Umframt høvuðsstøðirnar í Tórshavn, Klaksvík og á Tvøroyri, hava kanningarstøðir eisini verið á Sandi, Vestmanna, Vágum, Oyrabakka og Nólsoy. Støkk-upp kanningar hava verið í Runavík, og koronukanningar vóru á útoyggj, um tað mundið koronusmittan tók seg upp.


Sjúkrahúsverkið hevur gjørt stívliga 500.000 kanningar tilsamans hesi tvey árini, sum svarar til, at hvør føroyingur í miðal hevur kannað seg 10 ferðir. Januar 2022 gjørdist metmánaður, tá næstan 90.000 kanningar vórðu gjørdar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder