Hugskotið skrivar:
GALDR – mjøður
Seinastu sjey vikurnar hava átta spennandi verkætlanir luttikið í átakinum Nýskapan í ferðavinnuni, sum Hugskotið, Visit Tórshavn og Visit Faroe Islands hava skipað fyri. Í ár hevur átakið sett serligt fokus á matvørur og ferðaminni.
Ein av luttakarunum er Andras Eyðunsson á Lofti, ein av eigarunum av Galdr. Hann bryggjar mjøð og fruktvín og hevur longu vørur til sølu bæði í Duty Free og í Rúsuni. Nú arbeiðir hann við at víðka vøruúrvalið og skapa fleiri serføroyskar drykkjuvørur til bæði føroyingar og ferðandi.
Hoyrið meira um spennandi verkætlanina hjá Andrasi fríggjadagin 20. mars kl. 13:00 á forvitnisligari móttøku á OY, tá ið endabresturin av átakinum Nýskapan í ferðavinnuni er á skrá.
Øll áhugaði eru hjartaliga vælkomin. Tó eru plássið avmarkað, og tí er neyðugt við tilmelding. Sí nærri kunning og melda til her: https://forms.office.com/e/BBC6knYwBL
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald