Mentan

Fyrstu føroysku kryptofrímerkini

Sum tað fyrsta norðurlendska postverkið gevur Posta út kryptofrímerki. Frímerkini verða givin út undir heitinum Stamps of Maybe. Undansølan byrjar í dag, 2. juni kl. 10.00

2023-06-02 10:27 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Frímerkini, sum verða givin út í avmarkaðari nøgd, sameina fyri fyrstu ferð nakrantíð oracle blockchain-tøkni við bergtakandi sniðum av teimum fýra árstíðunum. 


Nakað heilt serligt

Tað, sum ger Stamps of Maybe forkunnug, er, at tey brúka blockchain oracle-tøkni, sum í hesum føri eru veðurdátur frá Veðurstovu Føroya. Hesar dátur ávirka, hvussu talgilda myndin fer at síggja út. Tað ger upplivingina fyri savnarar og onnur áhugað serstaka, greiðir Lea Leitisstein Sørensen, verkætlanarleiðari, frá:

  • “Tú ognar tær eitt vakurt frímerki, og aftur at tí fært tú eitt slag av váttan um, at tú eigur eina ávísa talgilda mynd. Tá ið tú virkir hana, so er tað føroyska veðrið í júst hesu løtu, sum avger, hvussu serstøk tín mynd er. Sostatt kanst tú halda eyga við sjáldsemi og velja ta røttu løtuna at virkja títt kryptofrímerki á netinum.”

  • Kryptofrímerkini eru eitt stórt stig fram fyri savnarar og onnur áhugað. Kryptofrímerkini eru tey allarfyrstu av sínum slag. Ein fyrstaútgáva er altíð heilt serlig. Tí síggja vit eisini longu, at áhugin er stórur. Áhugin tykist vera stórur millum føroyingar, frímerkjasavnarar og eisini tey, sum eru áhugað í NFT-list,” sigur Ingun N. Olsen, leiðari á frímerkjadeildini á Posta.

Heiðrik á Heygum sniðgivið

Heiðrik á Heygum hevur sniðgivið tey fýra kryptofrímerkini, sum mynda tær fýra árstíðirnar. Hetta ger hann við fýra vøkrum myndakollasjum, ella tyssum, kunnu vit rópa tær, sum mynda hvør sína árstíð. Í hvørjum tyssi eru bæði blómur og annar vøkstur umframt fuglur ella fenaður. Føroyingar hava altíð verið knýttir at náttúruni og tí tilfeingi, sum náttúran gevur okkum, og tað vísa hesar myndirnar á.

 

Eitt serligt ár fyri frímerkir frá Posta

Føroysk frímerkir eru kend fyri at vera nýhugsandi, og við hesum serstøku frímerkjum flyta vit tey siðbundnu frímerkini inn í talgilda heimin. Fyrsta NFT-frímerkið kemur út sama ár, sum Posta hátíðarheldur frímerki nr. 1000. Í dag, 2. juni kl. 10.00, byrjar undansølan á StampsofMaybe.fo.

 

Hvussu gert tú so?

Kryptofrímerkið hevur eina QR-kotu – við hesari virkir tú tann talgilda tvíburan ella ta talgildu myndina, sum hon eisini kallast. Hvussu tann talgildi tvíburin kemur at síggja út veldst um veðrið ta løtuna, tú virkir. Eisini ber til at nýta preview-funkuna. Soleiðis kanst tú bíða eftir røttu løtuni. T.d. er vetrarfrímerkið tongt at avfallinum í Føroyum, so nøgdin av avfalli og løtan, tú virkir, eru við til at avgera, hvussu sjáldsamt frímerkið er.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder