Vinna

Fyrsti nýbygningurin hjá Navigare Shipping kemur á Søldarfjørð 

..

2026-08-25 11:15 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 


TÍÐINDASKRIV 

Fyrsti nýbygningurin hjá Navigare Shipping kemur á Søldarfjørð 

Leygardagin 29. august klokkan 11 bjóðar Navigare Shipping til almenna móttøku í  Søldafirði í sambandi við, at Hav Leiti, fyrsti nýbygningurin hjá reiðarínum, kemur á  Søldarfjørð. 

Hetta er ein søgulig løta fyri Navigare Shipping, sum eisini í ár hátíðarheldur 60 ára  stovningardag. Hav Leiti er fyrsti nýbygningurin í nærum 60 ára longu søgu felagsins og  er sostatt ein týðandi varði í menningini hjá felagnum. 

Hav Leiti er eisini eitt stórt stig á leiðini móti meira burðardyggum sjóflutningi. Við tað, at  skipið flytir størri nøgdir og hevur minnið olju nýtslu, verður útlátið fyri hvørt flutt tons  munandi lægri samanborið við onnur skip hjá reiðarínum. 

Hav Leiti er fyrsti av fýra nýbygningum, sum felagið hevur gjørt sáttmála um at byggja.  Hini skpini verða leverað seinni í ár og í komandi ár. 

Nýggju tilgongdirnar hjá felagnum styrkja bæði kappingarførið hjá felagnum og gevur  betri møguleikar at bjóða kundum burðardyggan flutning, umframt at umstøðurnar hjá  sjófólkunum verða munandi betri. 

Á almennu móttøkuni vera røður og hornorkestur. Høvi verður hjá øllum at vitja skipið, og  ábit verður at fáa. 

Almenna móttøkan verður í Søldafirði leygardagin 29. august

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder