Vinna

Fyrsta húsið síðan fyrst í 1980-inum verður bygt á Vatnsoyrum

Í dag eru eini nýggj sethús reist á Vatnsoyrum, tað er sørvingurin Sverri Steintún, sum letur húsini byggja.

2022-11-11 15:12 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Sverri og kona hansara Mona búgva í Havn, men sum skilst, so er ætlanin at flyta vestur aftur í Vágar.

Tað eru eini hús frá  Brigada Hús heimasíða: www.brigadahus.fo, sum tey byggja - tað eru fyrstu húsini sum verða bygd á Vatnsoyrum síðan allarfyrst í 1980-inum.

Í nógv ár hevur verið eftirspurningur eftir sethúsaøkið á Vatnsoyrum, fyri tíð síðan legði Vága kommuna av eitt økið, har pláss er fyri trimum húsum, sum vit skilja, so verða trý hús skjótt bygd har.

Í dag eru 16 sethús í bygdini Vatnsoyrar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder