Vinna

Fyrsta FM-finalan í Hotel Djurhuus-deildini á Giljanesi hóskvøldið

.

2025-03-19 17:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 



Hóskvøldið kl. 19 verður fyrsta FM-finalan í Hotel Djurhuus-deildini millum SÍ og Fleyr spæld á Giljanesi, sum er heimavøllur hjá SÍ, tí lítla høllin í Sørvági ikki er góðkend til finaludystir.

Liðini hava spælt tríggjar landskappingardystir sínámillum, og tveir teir fyrstu vann SÍ 3-0 og 3-1, men tann seinasta, sum var fyrr í mánaðinum, vann Fleyr 3-0 á heimavølli.
“Tað var gott hjá okkum at sleppa at vísa, at vit eisini kunnu vinna á teimum”, segði Hanna Andriasdóttir Olsen hjá Fleyr við 3-2 hjá Kringvarpinum, og hon væntaði, at finalurnar fóru at gerast javnar, tí “tær [úr SÍ] kempa øgiliga væl og hava eitt fantastiskt lið”, segði hon.
Aftrat dystinum, SÍ tapti fyri Fleyr, hevur SÍ einans tapt ein dyst, og tað var fyri Mjølni, sum vann 3-2. Somuleiðis hevur Fleyr eisini bara tapt ein dyst aftrat teimum báðum ímóti SÍ, og tað var í 3-2 tapi fyri Mjølni.
Onnur FM-finalan verður spæld í Høllini á Hálsi leygardagin 22. mars kl. 13.

Vinna liðini hvør sín dyst – sama hvat settmunurin er – verður ein triðja og avgerandi finala spæld á Giljanesi.
Hetta er fjórðu ferð, at SÍ og Fleyr bresta saman í FM-finalum, síðan farið varð at spæla finalur um føroyameistaraheitið í 2010.

Í 2023 vann SÍ báðar finaludystirnar 3-0. Árið fyri vunnu liðini hvør sín dyst, og so vann Fleyr føroyameistaraheitið við 15-12 sigri í gullsetti. Í 2019 vann Fleyr báðar finalurnar 3-2.

Samanlagt hevur Fleyr verið føroyameistari 10 ferðir og SÍ 5 ferðir.


FM-finalur 2025 í Hotel Djurhuus-deildini:
1. FM-finala: SÍ - Fleyr
Hósdagin 20. mars kl. 19:00 á Giljanesi

2. FM-finala: Fleyr – SÍ
Leygardagin 22. mars kl. 13:00 í Høllin á Hálsi

Vinna liðini hvør sín dyst - sama hvat settmunurin er - verður triði og avgerandi finaludysturin spældur á Giljanesi. Dagfesting verður ásett seinni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder