Politikkur

Fyritøkur eiga ikki at rinda KVF-gjald

- Tí er alneyðugt at avtaka KVF-gjaldið hjá fyritøkum - í øllum førum hjá teimum, ið hava ein umsetning undir 4 milliónir. Tí tá ið vit eru til arbeiðis, so arbeiða vit.

2022-11-30 17:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Eg havi fyritøku, og eg siti ikki og lurti eftir útvarpinum, tá ið eg arbeiði.

Hví skal mín fyritøka rinda fyri nakað, hon ikki nýtir.

Men tað er ikki tað ringasta... fyritøkan stendur í vøkstri, og tað ger KVF-gjaldið hjá fyritøkuni eisini, og tað gevur als onga meining. Starvsfólkini rinda øll KVF-gjald. Tað skuldi verið nóg mikið!

Men tað gerst enn verri... tey, ið eiga fleiri fyritøkur, skulu rinda KVF-gjald fyri allar sínar fyritøkur. Hetta má og skal steðgast.

Ólavur í Geil

Valevni fyri Miðflokkin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder