Mentan

Fyrilestrarrøð í Listastovuni

Í heyst og vetur bjóðar Listastovan sum nakað nýtt, í samstarvi við Aarhus Universitet, beinleiðis stroyming av fyrilestrum í náttúruvísindum. Fyrilestrarnir verða sendir frá Sjóauditorium í Universitetsparken, Aarhus, og vit kunnu sita í Miðvági og fylgja við.

2024-09-24 08:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Granskarar halda fyrilestrarnar, og hóast støðið er høgt, eru teir ætlaðir øllum, óansæð fakligar førleikar.

Fyrilestrarnir eru ókeypis og almennir, tó kann tað verða, at eyka tiltøk verða løgd afturat, eitt nú fyrilesturin um ølvísindi tann 19. november, tá er eitt atgongugjald á 50kr.

Ein fyrilestur varar vanliga í tveir tímar, við einum steðgi mitt í á 20 minuttir, umframt eini løtu til endans, har fyrilestrarhaldarar svara uppá útvaldar spurningar, sum eru sendir inn av áhoyrarum gjøgnum SMS og Twitter. 

Tú kanst bara uppliva fyrilestrarnar meðan teir verða hildnir, og bara á teimum støðum, ið eru vertur fyri fyrilestrunum. Fyrilestrarnir verða ikki gjørdir atkomiligir á netinum aftaná.
Heystskráin fyri fyrilestrarnar sær soleiðis út:

·          24. september – Speglmynd og mýl

·          1.  oktober – Forsøguligu veðurlagsvanlukkurnar

·          22. oktober – Stjørnukikarin – vindeygað til alheimin

·         5. november – Tøl, tilvild og støkkmark

·         12. november – Fortíðarinnar og framtíðarinnar náttúra

·         19. november – Ølvísindi

Fyrsti fyrilesturin um Speglmynd og mýl er í annaðkvøld kl. 18.00

Um evni er at siga at spegilsmýl eru mýl úr somu atomum, men sum eru ein speglmynd av hvørjum øðrum. Annað kann vera sera týdningarmikið fyri okkum, meðan hitt kann vera eitrandi. Tí er tað so týdningarmikið at skilja, hvussu mýl eru samansett - t.d. tá nýggjur heilivágur verður framleiddur. Tað er Karl Anker Jørgensen, professari, fer at greiða frá spegilsmýlum.

Meira kunning um fyrilesturin í annaðkvøld og restina av fyrilestrunum sæst á Facebook-síðuni hjá Listastovuni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder