TÍÐINDASKRIV
Ein áhugaverdur spurningur er sjálvandi, hvussu arbeitt verður í øllum hesum ymisku londum fyri at fyribyrgja og hjálpa teimum, sum líða undir misnýtslu av rúsdrekka og rúsevnum.
Tað er júst tað, sum í hesum døgum fer fram á eini ráðstevnu á Hotel Norð á Viðareiði, nevnd ”Nordic Blue Cross 2024”. Slíkar ráðstevnur vera hildnar á hvørjum ári, og ganga uppá skift millum londini.
Her eru umboð fyri norðurlendsku eindirnar av Bláa Krossi, saman við umboðum úr Sveis komin saman at tosa um felags viðurskifti og hvørjar avbjóðingar, ið tey standa í beint nú og í framtíðini. Eisini er altjóða aðalskrivarin Anne Babb við á ráðstevnuni.
Vertur fyri hesa ráðstevnuna er Blái Krossur Føroya við Edvu Jacobsen, aðalskrivara á odda. Íalt eru 17 luttakarar á ráðstevnuni, sum byrjaði í gjár, hósdag og endar í dag.
FLEIRI OG FLEIRI RÚSBUNDIN
Ein stórur og týðandi partur av hesi ráðstevnuni er at tosa um tey viðurskifti, sum hvørt einstakt land hevur.
Londini eru ymisk, men avbjóðingarnar eru í mangar mátar tær somu. Tað er tó ein einstøk og stór avbjóðing, sum sermerkir ársins ráðstevnu, nevniliga fyribyrging – hvussu felagsskapirnir í Norðurlondum, sum ein partur av altjóða virkseminum hjá Bláa Krossi, kunnu gera sítt til at minka um talið á teimum, sum enda í misbrúki.
Hagtølini kring allan heimin vísa týðiliga og greitt, at talið av teim rúsbundnu veksur ár undan ári, eisini her á landi. Mett verður her, at omanfyri 1200 børn vaksa upp í heimum við rúsdrekka, og at alsamt fleiri kvinnur koma út í misnýtslu av rúsdrekka og rúsevnum.v b
Tí er brúk fyri Bláakrossi í Føroyum, sum júst hevur sum endamál at fyribyrgja og veita serkøna hjálp til tey, sum eru rúsbundin og teirra avvarðandi.
Hesar dagarnar á Viðareiði fær hvør einstakur luttakari gott høvi at greiða frá støðuni í teirra landi – ”What's going on” sum tey kalla tað – og hvussu tey arbeiða fyri at røkka teirra málum.
Føroysku umboðini fáa her høvið at greiða frá okkara arbeiði – hvussu Blái Krossur er skipaður her, hvørji tilboðini eru, hvussu stórur tørvur tað er á hesum felagsskapinum og ikki minst, hvussu stóran týdning tey sjálvbodnu hava fyri arbeiðið.
TÍTT RÚM
Ein partur av føroysku framløguni er vitjan í nýggja tilboðnum ”Títt Rúm”, sum byrjaði í 2022 og er fyri tey, sum hava foreldur ella umsorganarpersónar við rústrupulleikum. Tilboðið “Títt rúm” bar fyrr heitið “Øll hava rætt til góð barnaár”. Luttakararnir vitjaðu eisini Ávegishúsið í Havn.
Ein ráðstevna sum henda gevur eisini luttakarunum nógvar møguleikar fyri at samskifta hvør við annan, netverka sum tað eisini kallast, og soleiðis skapa vinabond teirra millum.
Ráðstevnan endar fríggjadagin, og síðani fara luttakararnir aftur til týdningarmikla arbeiðið í teirra heimlandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald