2025-01-15 15:43
Sands Kommuna skrivar:
Í dag hevur Umhvørvisstovan latið upp tilboðini, sum eru komin inn upp á eina vindmyllulund í Klivaløkshaga á Sandi.
Umhvørvisstovan hevur fingið fýra tilboð, eftir at verkætlanin hevur verið boðin út alment.
Tey, sum hava bjóðað upp á ætlaðu vindmyllulundina, eru ávikavist Magn, SEV, Røkt og Effo.
Tað næsta, sum nú fer at henda, er, at Umhvørvisstovan fer at viðgera tilboðini og finna fram til vinnaran av útboðnum.
Tað var klokkan 12 í dag, at tilboðini vórðu latin upp á Umhvørvisstovuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald