Annað

Fundur um Norskahavið á Havstovuni

Mikudagin 22. november vóru áhugapartar frá stovnum og vinnu boðin til fund um Norskahavið á Havstovuni. Endamálið var at kunna um gransking í Norskahavinum og eisini at spyrja áhugapartarnar um, hvat tey hildu vóru átrokandi mál hjá granskarum at arbeiða við.

2023-11-27 15:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Havstovan: Orsøkin til, at fundurin varð hildin nú, var at granskarar úr okkara grannalondum, sum allir arbeiða við Norskahavinum, vóru á árligum arbeiðsfundi í Føroyum.

Hugaligt var at síggja umboð frá almennu fyrisitingini, frá øðrum granskingarstovnum og frá virkjum og reiðaríum koma á fundin. Á fundinum vóru framløgur um Norskahavið, umframt at møguleiki var fyri at seta spurningar og at kjakast um evnið.

Sum nevnt, var endamálið eisini at frætta, hvat áhugapartarnir halda, eru týdningarmikil evnir at viðgera og granska. Havstovan takkar øllum sum komu á fundin og vónar at fáa afturmeldingar um, hvørji granskingarevni eiga at verða tikin upp.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder