Vinna

Fundur í Føroya Váðaráði 25. mai 2023

Føroya Váðaráð hevur hildið einogtjúgunda fundin og metir framvegis, at tekin ikki eru um, at systemiskir váðar eru í umbúnað í føroyska bankageiranum. Føroyski búskapurin er framvegis í framgongd við søguliga lágum arbeiðsloysi, veksandi lønargjaldingum og veksandi útflutningi. Útlánsvøksturin er 5,5% í mars 2023, samanborið við sama tíðarskeið í 2022. Tað sær út til at húsarhaldini flyta sína lántøku frá realkredittlánum yvir í føroysk bankalán.

2023-05-31 14:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Føroyska búskaparframgongdin sær enn ikki út til at missa styrki. Útflutningurin, arbeiðsvirknið og lønargjaldingarnar eru veksandi, og arbeiðsloysið er framvegis søguliga lágt. Tað eru tó tekin um, at hækkaða rentan hevur ávirkað bjartskygnið hjá húsarhaldunum í og við, at sethúsaprísirnir ikki hækka eins skjótt og teir hava gjørt seinastu nógvu árini. Rentuútreiðslurnar hjá húsarhaldunum eru øktar síðan summarið 2022, so hvørt sum bankarnir hava hækkað renturnar. 86% av húsarhaldunum hava lán við skiftandi rentu, og tí ávirkar rentuhækkingin skjótt føstu útreiðslurnar hjá húsarhaldunum. Bæði rentuhækkingarnar og inflasjónin skerja keypiorkuna hjá húsarhaldunum, og hetta kann elva til eina lækking av privatu nýtsluni. Í og við at arbeiðsloysið er sera lágt, hava flestu húsarhaldini eina fasta inntøku, og tað ger, at tey hava megnað at hava eina nøkulunda óbroytta privatnýtslu, sjálvt um minni fæst fyri pengarnar. Hagtøl fyri kortnýtsluna vísa, at húsarhaldini hava brúkt meir pening í fyrsta ársfjórðingi í 2023 enn í sama ársfjórðingi í 2022, men roknast má við, at tey hava fingið minni fyri pengarnar orsakað av prísvøkstri á vørum og tænastum.

Útlánsvøksturin hjá føroysku bankunum var 5,5% í mars 2023, roknað sum eitt 3 mánaðar miðaltal, og 2,6%, tá danskir pening- og realkredittstovnar eru taldir við, samanborið við sama tíðarskeið árið fyri. Útlánini hjá donskum realkredittstovnum veksa ikki longur sum tey plaga; útlánsvøksturin var -0,5% mars 2023 samanborið við mars 2022, og tí sær út til, at húsarhaldini gera eitt skifti úr realkredittlánum yvir í føroysk bankalán. Útlánsvøksturin hjá føroysku peningastovnunum stavar í stóran mun frá vøkstri í útlánunum til húsarhald. Útlánsvøksturin stavar harumframt frá vøkstri í útlánum til vinnu og í ein minni mun til kommunurnar. Av lánum til vinnu stavar vøksturin serliga frá fiski- og alivinnuni, fyritøkum sum framleiða el (frá vindmyllum) og frá bygging av fastari ogn (t.d. bygging av gistingarhúsum ella íbúðum).

Føroysku bankarnir hava í 2022 sett minni av móti tapi á lánum og veðhaldum samanborið við í 2021. Avsetingarnar í 2021 vóru 2,6% av samlaðu útlánunum og veðhaldunum, meðan tær vóru 2,0% í 2022. Bankarnir hava eisini mist minni uppá útlánsvirksemið í 2022, enn í 2021; 19 mió. kr. í 2022 ímóti 93 mió. kr. í 2021.

Føroya Váðaráð metir, at tað ikki eru greið tekin um, at systemiskir váðar eru í umbúnað í føroyska bankageiranum, men halda eyga við viðurskiftum, ið kunnu ávirka fíggjarliga støðufestið í Føroyum.

Onnur viðurskifti

Búskaparframgongdin í føroyska búskapinum hevur saman við stóra fólkavøkstrinum seinastu nógvu árini viðvirkað til at økja váðan á bústaðarmarknaðinum við skjótt veksandi bústaðarprísum. Tí skjóta landsmyndugleikarnir nú upp at seta í verk eitt útgjaldskrav og eitt skuldarlutfall í kunngerðini um góðan sið fyri fíggjarligar fyritøkur. Váðaráðið hevur mælt til hetta tiltak og tekur undir við tí.

Det Systemiske Risikoråd í Danmark hevur í tíðindaskrivi sínum 21. mars 2023 boðað frá, at tað á seinni fundi fer at eftirmeta kapitalbuffarakrøvini fyri føroyskar peningastovnar. Sum fyrireiking til hesa viðgerð umrøddi Váðaráðið systemiska buffaran.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder