Politikkur

Fundur í Føroya Váðaráði 17. mars 2025

 Føroya Váðaráð hevur hildið níggju og tjúgunda fundin og metir, at tað ikki eru tekin um, at systemiskir váðar eru í umbúnað í føroyska bankageiranum. Búskapurin veksur framvegis; vøksturin er togaður upp av útflutningi og privatnýtslu, arbeiðsmarknaðurin er sterkur og arbeiðsloysið er lágt. Tað er óheppið, at landið og kommunur ikki eru konsolideraði í góðu tíðunum, tí tað ger búskapin meira sárbæran fyri geopolitiskari óvissu. Útlánsvøksturin í føroysku bankunum var 3,3% í januar 2025 og stavar frá útlánum til kommunur og húsarhald, meðan útlánsvøksturin til almenn feløg er minkaður og útlánsvøksturin til privatu vinnuna framvegis er negativur.

2025-03-22 11:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Búskapurin veksur framvegis, og vøksturin er togaður upp av útflutningi og privatnýtsluni. Hjá útflutningsfyritøkunum eru millum annað væntanir um størri framleiðslu í alingini av laksi. Hóast bjartskygnið hjá húsarhaldunum í nýggjastu brúkarakanningini hjá Hagstovuni er lækkað, sæst ikki nøkur minking í nýtsluni á kortnýtsluni. Húsarhaldini hava fingið lønarhækkingar og skattalætta, og inflatiónin og rentan er lækkað. Hetta merkir, at keypiorkan er økt, og tað stuðlar undir væntaninum hjá handils- og tænastuvinnuni um, at eftirspurningurin fer at veksa.

Tað er lítið og einki arbeiðsloysi, og tí er búskaparvøksturin ikki óvæntað minkaður eitt vet í mun til undanfarnu árini, har inflatiónin togaði BTÚ-vøksturin upp í leypandi prísum. Vøksturin av tilflytingin av útlendskari arbeiðsmegi er minkaður, men arbeiðsmarknaðurin er framvegis sterkur við sera lágum arbeiðsloysi.

Sethúsaprísirnir eru hækkaðir í 2024 um alt landið, og teir eru hækkaðir lutfalsliga meira, enn tøka inntøkan. Øktu sethúsaprísirnir hava saman við økta rentustøðinum gjørt tað enn torførari, at sleppa inn á føroyska bústaðarmarknaðin, og hetta sæst aftur í bústaðarbyrðuni, sum er økt munandi í 2023 og 2024[1].

Øvugt av støðuni í búskapinum, er støðan verri hjá landskassanum. Væntandi verður hall á fíggjarlógini í 2025 og 2026, eins og tað hevur verið undanfarnu tvey árini. Tað er óheppið, at landskassin ikki er vorðin konsolideraður í góðu tíðunum, tí tað ger búskapin meira sárbæran fyri øktu geopolitisku óvissuni.

Útlánsvøksturin í føroysku bankunum var 3,3% í januar 2025 roknað sum eitt 3 mánaðar miðaltal, og hann stavar frá útlánum til kommunur og húsarhald. Útlánsvøksturin til kommunurnar var 8,4% og 6,3% til húsarhaldini í januar 2025. Útlánsvøksturin er hinvegin minkaður til almenn feløg samanborið við áður, og hann er framvegis negativur til privatu vinnuna.

Útlánini frá donsku realkredittstovnunum til føroysku húsarhaldini eru minkaði síðani miðskeiðis í 2022, tá ið renturnar byrjaðu at hækka. Renturnar á realkredittlánunum hækkaðu beinanvegin samanborið við bústaðarrentuna í føroysku bankunum, sum hækkaði seinni og einans so hvørt, sum Nationalbankin hækkaði rentuna. Hetta elvdi til ein lægri eftirspurning eftir bústaðarlánum frá realkredittstovnunum, men nú er eftirspurningurin vendur. Útlánsvøksturin var -2,0% í januar 2025 frá realkredittstovnunum og er nú minni negativur, enn hann hevur verið áður. Samlaði útlánsvøksturin frá føroysku og donsku peninga- og realkredittstovnunum var 3,3% í januar 2025 roknað sum eitt 3 mánaðar miðaltal.

Rentugjaldingarnar hjá føroysku húsarhaldunum á bústaðarskuldini svara til eina bústaðarrentu á 4,6% í miðal í føroysku bankunum, og 3,7% á donsku realkredittlánunum (januar 2025). Rentan er lækkað 6 ferðir síðan miðskeiðis 2024, og bankarnir siga frá í útlánskanning Landsbankans, at rentulækkingarnar betra um fíggjarstøðuna hjá kundunum. Bankarnir merkja tó ikki nakra broyting í eftirspurninginum eftir fígging frá sínum privat- ella vinnukundum, hóast fleiri rentulækkingar hava verið kunngjørdar, og fleiri rentulækkingar eru í væntu.

Vøksturin í innlánum frá privatu vinnuni er øktur lutfalsliga nógv; innlánsvøksturin var 16,6% í januar 2025 hjá privatu vinnuni. Húsarhaldini seta somuleiðis framvegis pening á kontu í føroysku bankunum; innlánsvøksturin hjá húsarhaldunum var 5,7% í januar 2025 og samlaði innlánsvøksturin í føroysku bankunum var 9,7% í januar 2025. Innlánsyvirskotið í føroysku bankunum íroknað útlendsku deildina hjá Føroya Banka, er vaksið til 2,6 mia. kr. í januar 2025. Allir fýra bankarnir hava innlánsyvirskot.

Føroya Váðaráð metir, at tað ikki eru greið tekin um, at systemiskir váðar eru í umbúnað í føroyska bankageiranum, og heldur framvegis eyga við viðurskiftum, sum kunnu ávirka fíggjarliga støðufestið í Føroyum.

Onnur evnir

Útlán frá norskum og svenskum peningastovnum til føroyskar kundar

Váðaráðið er komin í samband við tjóðbankarnar í Noregi og Svøríki. Váðaráðið er kunnað um, at útlán frá svenskum bankum til føroyskar kundar eru umleið 600 mió. kr., og frá norskum bankum umleið 2,7 mia. kr. Váðaráðið fær uppgerðir hvønn ársfjórðing frá Seðlabanka Íslands um útlán til føroyskar kundar frá íslendskum bankum, og tey vóru í 4. ársfjórðingi 2024 umleið 1 mia. kr. Tað vil siga, at útlán frá føroyskum, donskum, norskum, svenskum og íslendskum bankum til føroyskar kundar vóru umleið 28 mia. kr. tilsamans við árslok 2024, ið svarar til umleið 100% av BTÚ í 2024.

Niðurskrivingar og tap

Niðurskrivingar og tap eru lág hjá øllum fýra føroysku bankunum. Tað eru ikki stórar niðurskrivingar ella tap hjá hvørki húsarhaldum ella vinnu, men niðurskrivingarnar og tapini eru tó eitt sindur størri hjá vinnuni enn hjá húsarhaldunum.

Pensjóns- og tryggingarfeløg

Váðaráðið fekk kunning frá Tryggingareftirlitinum um pensjóns- og tryggingarfeløgini í Føroyum. Føroyar hava tvey skaðatryggingarfeløg og fimm lívstryggingarfeløg og tvørgangandi pensjónskassar. Hjá skaðatryggingarfeløgunum báðum var solvensurin væl omanfyri kravið í 2023. Solvensdekningurin hjá lívstryggingarfeløgum og tvørgangandi feløgum uttan Liv 3, var omanfyri 300% í 2023. Pensjónstryggingarfeløgini hava í dag marknaðargrundað avkast, ið merkir, at pensjónstakarin og ikki felagið ber váðan.

[1] Betri Banki hevur roknað bústaðarbyrðuna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder