Politikkur

Fundur í Føroya Váðaráði 1. desembur 2022

Føroya Váðaráð hevur hildið nítjanda fundin. Búskaparligu lyklatølini eru framvegis positiv og útlánsvøksturin hjá bankunum lágur, men rentu- og príshækkingar hava økt um útreiðslurnar hjá fyritøkum og húsarhaldum, ið millum annað hevur við sær, at tiltøkupeningurin hjá húsarhaldunum minkar. Meginparturin av skuldini hjá fyritøkunum og húsarhaldunum hevur broytiliga rentu, og hon er tískil viðkvom yvirfyri broytingum í rentustøðinum. Vandin fyri at bankarnir fara at fáa tap er ikki í eygsjón í løtuni, men váðin er øktur í mun til undanfarnu árini sæð í ljósinum av stóru rentu- og príshækkingunum hesa seinastu tíðina.

2022-12-12 11:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Búskaparligu lyklatølini eru framvegis positiv. Hvørki lønargjaldingarnar ella løntakaratalið lækka og arbeiðsloysið er so mikið lágt, at tað mestsum ikki er nakað arbeiðsloysi í Føroyum. Eisini í útflutningsvinnuni er viðgongd orsaka av fyrimunarligu fiskaprísunum. Eftirspurningurin eftir arbeiðsmegi er stórur og tað merkir, at føroysku húsarhaldini hava eina javna inntøku, ið stuðlar uppundir privatu nýtsluna. Øktu prísirnir saman við rentuhækkingunum kunnu tó fara at ávirka nýtslumynstrið hjá húsarhaldunum komandi tíðina. Sethúsaprísirnir lækkaðu í øðrum og triðja ársfjórðingi í 2022, men miðalprísurin higartil fyri 2022 er ikki lægri, enn miðalprísurin var í 2021. Tó siga húsameklarar frá, at tað nú tekur longri tíð at selja húsini. Ein lækking í sethúsaprísunum kann hava við sær, at húsarhaldini gerast meira varin, eins og rentu- og príshækkingar eggja til lægri nýtslu. Fellur nýtslan kann tað fáa avleiðingar fyri búskapin, men hagtølini fyri kortnýtslu hjá føroyingum vísa enn ikki tekin um fall í nýtsluni.

Útlánsvøksturin hjá føroysku og donsku peninga- og realkredittstovnunum tilsamans var 2,7% í oktober 2022, meðan hann var 2,9% hjá føroysku bankunum eina í sama tíðarskeiði. Sostatt veksa útlánini ikki skjótari, enn búskapurin, ið er mettur at veksa við 11,2% í leypandi prísum í 2022. Útlánsvøksturin hjá føroysku bankunum stavar millum annað frá útlánum til kommunurnar og privatu vinnuna, sum ávikavist høvdu ein útlánsvøkstur á 8,3% og 5,7% i oktober 2022. Tað verður millum annað lænt út til vinnur innan bygging og el, umframt innan fiski- og alivinnuna sum heild.  

Samanumtikið benda tølini á eitt lágt váðastøði í føroyska bankageiranun. Stóru rentuhækkingarnar seinastu tíðina hava tó økt um rentuútreiðslurnar hjá fyritøkum og húsarhaldum, ið millum annað minkar um tiltøkupeningin hjá húsarhaldunum. Flestu fyritøkurnar og húsarhaldini eru fíggjarliga mótstøðufør, men meginparturin av skuldini hjá fyritøkunum og húsarhaldunum hevur broytiliga rentu, og hon er tískil viðkvom yvirfyri broytingum í rentustøðinum, serliga um bruttoskuldin er stór ella skuldarlutfallið høgt. Stóru príshækkingarnar økja harumframt um rakstrarkostnaðirnir hjá fyritøkunum og skerja keypiorkuna hjá húsarhaldunum, ið sum frálíður kann elva til lægri nýtslu og harvið lægri virksemi í búskapinum. Harafturat kann geopolitiski ófriðurin framvegis fara at ávirka føroysku útflutningsvinnuna.

Vøksturin í innlánunum hjá privatu vinnuni var 23,1% í oktober 2022, og tey stava serliga frá fiski- og alivinnuni. Innlánini vuksu ikki eins nógv hjá húsarhaldunum (2,4% í oktober 2022), ið kann hanga saman rentu- og príshækkingunum seinastu mánaðirnar.  

Føroya Váðaráð metir framvegis, at tað ikki eru greið tekin um, at systemiskir váðar eru í umbúnað í føroyska bankageiranum. Føroya Váðaráð eygleiðir áhaldandi viðurskifti, ið kunnu ávirka fíggjarliga støðufestið í Føroyum.

Onnur viðurskifti

Kontrasykliski kapitalbuffarin

Kontrasykliski kapitalbuffarin kann byrgja fyri, at bankar tátta í og minka um útlánini í tíðarskeiðum við øktum trýsti í fíggjarkervinum, tá bankarnir væntast at fáa tap. Í slíkum støðum kann kontrasykliski kapitalbuffarin lækkast og/ella takast av, ið leysgevur kapital, sum bankarnir kunnu nýta til at rinda fyri møgulig tap, uttan at minka um útlánini. Vandin fyri at tað koma tap í bankageiranum er í løtuni ikki í eygsjón, men váðin er øktur samanborið við undanfarnu árini. Føroya Váðaráð hevur tískil umrøtt, hvørt tað í løtuni er skynsamt at bankarnir byggja upp kapital meðan niðurskrivingarnar hjá bankunum eru lágar og inntjeningin góð, so kapitalur verður at leysgeva, um tørvur verður á tí.

Kontrasykliski buffarin eigur at verða bygdur upp í góðum tíðum; tað vil siga á leiðini upp eftir fíggjarligu ringrásini1. Tað er ikki eintýtt, hvar á fíggjarligu ringrásini føroyski búskapurin er í løtuni, men hann nærkast møguliga toppinum. Hetta merkir tó ikki, at tað er ov seint at hækka kontrasykliska kapitalbuffaran. Sum nú er, metir Føroya Váðaráð ikki, at systemiskir váðar eru í umbúnað í føroyska bankageirinum. Tað er danska Systemiska Risikiráðið, ið gevur tilmæli til danska vinnumálaráðharran um, hvat støðið á kontrasykliska kapitalbuffaranum eigur at vera í Føroyum.

Stresstest av føroysku bankunum

Danska Fíggjareftirlitið hevur í samstarv við Landsbanka Føroya broytt framferðarháttin, sum føroysku peningastovnarnir verða stresstestaðir eftir. Í hesum sambandi hava føroysku peningastovnarnir verið tiknir við upp á ráð. Nýggi hátturin nýtir tvey framlit; eitt basis-framlit, ið er serstakt fyri einstaka peningastovnin, og eitt stress-framlit, sum tekur støði í bæði úrslitum fyri einstaka peningastovnin og úrslitum fyri allan bankageiran sum heild. Harumframt eru fleiri aðrar fortreytir fyri stress-framlitið, ið eru tær somu, sum verða nýttar til danskar peningastovnar.  

Um alivinnan fór av knóranum

Føroya Váðaráð hevur greinað, hvat avleiðingarnar høvdu verið fyri føroysku bankarnar, um øll alivinnan fór av knóranum og síðani varð endurreist. Føroysku bankarnir hava eina lutfalsliga avmarkaða eksponering mótvegis laksaaling, av tí at alivinnan er væl konsoliderað og í høvuðsheitum fíggjar seg uttanlands. Greiningin kemur til ta niðurstøðu, at føroysku bankarnir eru bjálvaðir til at kunna standa ímóti einum slíkum stoyti.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder