Stovnurin
Heilsustýrið skipar heilsufakliga økið í Føroyum og veitir granskingargrundaða ráðgeving við støði í føroyskum heilsu- og samfelagsviðurskiftum. Málið er at fáa yvirlit, kunnleika og byggja upp eitt grundarlag fyri heilsufremjandi átøkum.
Heilsustýrið skal ráðgeva politisku skipanini, myndugleikum og borgarum á heilsufakliga økinum. Stovnurin skal m.a. gera, skipa og menna hagtøl, gera heilsufrágreiðingar, lýsingar og greiningar á heilsuøkinum og skipa, umsita og menna heilsuskráir. Stovnurin umsitur eisini heilsutilbúgvingina og farsóttarøkið í Føroyum.
Heilsudátueindin í Heilsustýrinum arbeiðir serliga við at menna skráir við heilsudátum, at greina hagtøl og gera dáturnar tøkar hjá eitt nú myndugleikum, granskarum og almenninginum. Eindini tørvar nú ein fulltrúa, sum skal vera við í hesum arbeiðinum og til at byggja upp eitt grundarlag fyri at útinna uppgávurnar hjá stovninum.
Uppgávur
- Menna undirstøðukervið til persónlagað medisin.
- Greining sambært altjóða leisti innan hagtalsviðgerð.
- Skipa og menna hagtøl á heilsuøkinum.
- Fyrireika, skipa og menna skráir hjá stovninum.
- Vera við til at byggja upp eitt grundarlag fyri átøkum hjá stovninum við støði í kanningar- og granskingarúrslitum.
- Gera heilsufrágreiðingar.
- Menna eitt undirstøðukervi til heilsutilbúgvingina og farsóttarøkið.
Førleikar
- Masterútbúgving í biomedisini ella samsvarandi.
- Royndir við at greina genetiskar og biokemiskar dátur.
- Royndir við hagfrøðiligum arbeiði so sum R, Python ella líknandi.
- Royndir við biohagfrøði av sekvensdátum.
- Tað er ein fyrimunur, um tú kennir Cosmic-skipanina ella aðrar dátugrunnar, sum verða brúktir í heilsuverkinum.
- At arbeiða granskingargrundað og greina granskingarúrslit.
- At gera heilsufrøðiligar frágreiðingar.
Um teg
Av tí at tú dagliga fert at hava nógv samskifti við onnur, er tað av stórum týdningi, at tú ert jalig/ur og hevur lætt við at samskifta við nógv ymisk fólk. Tú trívist við toymissamstarvi, men megnar eisini at arbeiða sjálvstøðugt. Tú ert samstarvssinnað/ur og áhugað/ur í tvørfakligum samstarvi, eins og tú tekur væl ímóti nýggjum tiltøkum. Tú tolir skiftandi arbeiðsuppgávur, dugir at skapa yvirlit og trívist í einum skundmiklum gerandisdegi við nógvum uppgávum.
Tú hevur góðar førleikar at samskifta á føroyskum og enskum. Viðkomandi kunnleiki til vanligu telduforritini er neyðugur.
Umsókn
Talan er um eitt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum avvarðandi fakfelag og Fíggjarmálaráðið.
Freistin at søkja er 1. juli 2024. Starvið verður sett skjótast til ber.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Bjarna á Steig, stjóra, tlf. 233070.
Umsókn saman við prógvum, lívsrensli og viðkomandi skjølum skulu sendast til [email protected].
Fá meira at vita um Heilsustýrið á www.hst.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald