Politikkur

Frítíðarkort til børnini

Nógv føroysk børn hava stóra gleði av at ganga til frítíðartilboð.

2022-12-06 16:50 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í Føroyum eru hópin av góðum frítíðartilboðum til børn. Bæði ítróttafeløg, musikkskúlar, kvøldskúlar, skótar og onnur gera eitt megnar arbeiði við at bjóða frítíðartilboð til børn, sum hvør á sín hátt stimbra, avbjóða og styrkja kropp og sinni, og sum eru við til at geva ein sosialan felagsskap hjá børnunum at vera partur av.

Tað er gagnligt fyri børn at røra seg, at styrkja likam og heila, og tað er lønandi at seta sær mál og at arbeiða fyri at røkka tey. Mest av øllum er tað serstakliga týðandi fyri øll menniskju at vera partur av einum felagsskapi. At hoyra til. Og tá hevur tað stóran týdning, at felagsskapurin er góður og uppbyggjandi. Vandi er fyri at kenna børn ikki ognarskap í einum góðum felagsskapi, leita tey sær í annað umhvørvi, fyri at vera góðtikin.

Alt kostar. Fyri summi foreldur eru gjøld fyri frítíðartilboð hjá børnunum ein ov tungur postur aftrat – serliga um fleiri systkin eru, sum eru jøvn í aldri. Hetta kann merkja, at børn í hart fyrispentum familjum ikki sleppa at ganga til frítíðartilboð, eins og flestu floksfelagarnir. Í slíkum føri verða børnini ikki partur av felagsskapinum, helst í fleiri ár uppeftir, og ein gjógv ímillum børnini sleppur at vaksa og vaksa. Hesum vil Miðflokkurin forða fyri, og hevur tí sett eitt frítíðarkort í sína valskrá.

Vit í Miðflokkinum halda, at tað er órímiligt fyri børn í Føroyum, at fíggjarstøðan hjá foreldrunum avgerð, um tey eru við ella uttanfyri í frítíðarlívinum.

Onkrar kommunur hava longu roynt seg við frítíðarkorti. Eg kann nevna, at Runavíkar kommuna hevur verið slóðbrótandi at seta inn frítíðarkort, og hevur víst, at við at rætta eina hjálpandi hond at geva børnunum javnbjóðis møguleika at luttaka í frítíðartilboðum, eru fleiri sum luttaka og trivnaðurin verður betri. Øll børn í ásettum aldri fáa eitt frítíðarkort við ásettum virði. Og hetta kortið kann so brúkast til at rinda fyri frítíðartilboð.

Í Miðflokkinum eru vit samd um, at nú er átrokandi at geva barnafamiljum ein lætta. Okkara uppskot um eitt frítíðarkort til børn um alt landið, er liður í hesum at gera gerandisdagin lættari og trivnaðin betri hjá barnafamiljum.


Jórun Pólsdóttir,

Valevni fyri Miðflokkin

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder