- Tess fleiri svara, tess betri, sigur Vár Honnudóttir, verkætlanarleiðari, og leggur dent á, at svarprosentið hevur týdning fyri virðið á kanningini. - Umboðanin higartil eru rættiliga góð, økini eru javnt umboðað, allir aldursbólkar luttaka og bæði kyn eru væl umboðað. Í grundini eru vit væl nøgd, men vit vóna tó, at endaspurturin verður so mikið góður, at tilsamans tveir triðingar fara at svara.
Tað er til gagns fyri okkum øll í Føroyum, at vit fáa føroysk hagtøl um heilsu, sjúku og trivnað hjá føroyingum. Hetta er serstøk vitan, sum kann brúkast til at raðfesta átøk á heilsuøkinum.
Spurnablaðið er tøkt á Vanganum undir Fólkaheilsustýrinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald