Vinna

FRAMTAK hevði 2,9 milliónir í vinningi í 2022

FRAMTAK hevði við ársenda 2022 partapening í og/ella hevði veitt lán til samanlagt 21 føroyskar fyritøkur. FRAMTAK gjørdi nýggjar íløgur í 3 feløg í 2022 og seldi sín partapening í 5 feløgum.

Ben Arabo er stjóri í Framtak.

Ben Arabo er stjóri í Framtak.

2023-06-30 13:55 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder



Árið 2022 hilnaðist samanlagt væl fíggjarliga fyri Framtak, hóast grunnurin mátti staðfesta tap á summum økjum. Avkast á innistandandi í Landsbankanum var negativt við 3,2 mió. kr., men hóast hetta vísti roknskapurin ein vinning eftir skatt á 2,9 mió. kr., sum svarar til eitt eginpeningsavkast á 4,5%.


Nevndin metir hetta úrslit verða nøktandi, havandi í huga avkastið í kapitalmarknaðunum fyri 2022 og tær avbjóðingar, vinnan hevur havt í árinum við høgari inflatión.


Eginognin í FRAMTAK var 65,1 mió. krónur við ársenda 2022 og fíggjarstøðan javnvigaði við 103,4 mió. Kr.


FRAMTAK ynskir framhaldandi ein virknan leiklut í føroyskum vinnulívi, bæði við at menna nýggjar verkætlanir eins og at styrkja innovativ feløg við góðum vakstrar-møguleikum.


FRAMTAK hevur sum mál, at gera íløgur og veita lán fyri á leið 10 milliónir um árið við einum avkasti omanfyri 10%.


Um FRAMTAK.


FRAMTAK er ein sjálvstøðugur vinnurekandi grunnur, sum ger íløgur í bæði nýggjar fyritøkur og eldri fyritøkur, sum ganga nýggjar leiðir, víðka um ella umskipa virksemið. Eisini ger FRAMTAK íløgur í einstakar verkætlanir. Talan skal verða um nýggjan kapital.


FRAMTAK vil virka sum ígongdsetari og viðspælari hjá føroyskari vinnu. Málið er at vera við at byggja upp, og so selja, tá íløgan hevur givið nøktandi avkast.


FRAMTAK kann tekna partapening og veita ábyrgdarlán


Stjóri í FRAMTAK er Ben Arabo.


Í nevndini sita Christian Danielsen, formaður, Rúnar Reistrup, næstformaður, Kristine Ellingsgaard, Guðrið Højgaard og Marita Rasmussen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder