Politikkur

Framburður fortreyt fyri fólkavøkstri

Hagstovan hevur kunngjørt, at vit nú eru heili 54.000 fólk í Føroyum.Fyri 5 árum síðani vóru vit 50.000, soleiðis er fólkatalið økt við 8%.____

2022-07-12 09:05 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Herfyri kunngjørdi Hagstovan eisini, at útflutningurin síðsta árið var 11 milliardir krónur, sum er 30% meira enn fyri 5 árum síðani. Bara í hesum valskeiði er útflutningurin sostatt vaksin við nærum einum triðingi.
____
Talið av løntakarum er økt 11% hesi 5 árini.
Vit kunnu veruliga fegnast um, at búskaparligi framburðurin hevur skapt fortreytir fyri søguliga stórum fólkavøkstri í Føroyum.
Borgarligur politikkur borgar fyri framhaldandi vøkstri, bæði í búskapinum og fólkatalinum, komandi árini.

Christian Andreasen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder