Vinna

Føroysku skipini eru nú farin á sildaveiðu

Seinastu dagarnar eru fleiri føroyskt skip farin á sildaveiðu í íslendskum sjógvi

2023-11-07 08:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Um vikuskiftið eru fleiri føroyskt skip farin á sildaveiðu í íslendskum sjógvi, og fleiri eru eisini ávegis á sildaveiðu.

Gøtunes og Finnur Fríði vóru annars í íslendskum sjógvi í síðstu viku, men tá fingu skipini einki.

Í løtuni eru Finnur Fríði, Tróndur í Gøtu, Katrin Jóhanna, Jupiter og Gamli Jupiter á feltinum. Tað sær út til at Fagraberg er á veg heim av feltinum.

Norðborg, Christian í Grótinum, Vestmenningur og Gøtunes hava øll sett kós ímóti íslendskum sjógvi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder