Politikkur

Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar haldast fyri gjøldur

Størsta føroyska herðaklappið til sjúkrarøktarfrøðingar nakrantíð, fer til útlendskar sjúkrarøktarfrøðingar.

2022-06-18 17:16 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Undirløn ger, at tað mangla sjúkrarøktarfrøðingar í føroyska heilsuverkinum. Nú egnir føroyska Sjúkrahúsverkið uttalands við fríum bústaði og trídupultari løn, bara tú ikki hevur bústað í Føroyum. Hetta er at halda sjúkrarøktarfrøðingar her á landi fyri tað turra spott. 

Seinastu árini hava sáttmálasamráðingarnar ímillum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið verið merktar av, at sjúkrarøktarfrøðingarnir ynskja sær meiri í løn og stytta arbeiðsviku.

Lønarkravið kemur í fyrsta lagi av, at arbeiðið sum sjúkrarøktarfrøðingur er eitt sera krevjandi arbeiði og leggur eitt persónligt trýst á tann einstaka sjúkrarøktarfrøðingin, sum hevur fyri neyðini at hava eina rættiliga breiða paratvitan.

Ikki bert skal hvør einstakur sjúkrarøktarfrøðingur, niður í smálutir, kenna til allar funktiónir í likaminum, sum røkkur tvørtur um fleiri ymsikar fakgreinar. Sjúkrarøktarfrøðingurin skal eisini duga í nóg góðari tíð at síggja, at sjúklingurin sýnir ávís eyðkenni, sum tilsamans bera boð um lívshóttandi støður ella tilburðir. Ikki nokk við tí, so skal hvør einstakur sjúkrarøktarfrøðingur seta seg so mikið væl inní tann einstaka sjúklingin, at man kennir niður í smálutir til teirra sosialu støðu, umframt at kenna til nærum øll sosial tilboð í samfelagnum. Aftrat hesum skal hvør einstakur sjúkrarøktarfrøðingur eisini kenna til rættindi, krøv og lógir, sum viðkoma einum sjúklingi.

Sjúkrarøktarfrøðingurin má eisini uppbyggja sær dugnaskap og ikki minst dirvi í samskifti við bæði sjúklingar, teirra avvarðandi og við tvørfakligar stovnar í samfelagnum. Tað er ikki bara, bara, tá arbeiðsuppgávan ljóðar uppá at sissa ein óðan sjúkling, at troysta ein grátandi sjúkling, ella at hoyra ein tigandi sjúkling. Tað er ikki bara, bara at vekja eitt álit og enn verri at lekja eitt misálit. Hetta krevur neyvar førleikar, góða vitan um sjúklingin, um sosialu støðu sjúklingsins, og ikki minst um føroysku mentanina. Hetta má til, um sjúkrarøktarfrøðingurin skal kunna droyma um at veita eina dygdargóða heilsutænastu, sum er ”Visiónin” hjá Sjúkrahúsverkinum.

Í øðrum lagi kemur lønarkravið av, at lønarlagið hjá sjúkrarøktarfrøðingum eru afturúrsiglt í mun til bæði grannalond, aðrar bachelorútbúgvingar og kyn. Um rætt var, so var sjúkrarøktarfrøðingurin hægst lønti bachelorur í samfelagnum. Grundin til at eg sigi tað er, at sjúkrarøktarfrøðingurin er undir autorisatión. Tað merkir, at heitið sjúkrarøktarfrøðingur er løggildað og kann takast frá einum, um sjúkrarøktarfrøðingurin missrøkir sítt starv.

Tá aðrir fakbólkar fáa útlendska arbeiðskraft heim til Føroya, so hava vit hoyrt, at hetta er fyri minni løn og verri kor, enn her búgvandi í sama starvi – tó við somu dygd.

Men tá útlendskir sjúkrarøktarfrøðingar skulu skaffast, so verður tað gjørt fyri okursløn. Hetta sigur ikki sørt um, hvat tað er fyri eitt starv talan er um.

Trupulleikin er tó, at her heima er tað ikki útboð og eftirspurningur, sum stýrir lønarlagnum sjúkrarøktarfrøðingunum. Og tað kunnu vit takka polittikarum, og nú eisni okkara egna Sjúkrahúsverki fyri, sum spenna bein fyri tí minsta møguleika hjá sjúkrarøktarfrøðingum at vinna meiri her á landi. Um eg ikki fari skeiv, so hevur enntá verið roynt at stovna eitt vikar bureau her heima, sum varð boykottað við einum forboðið frá Sjúkrahúsverkinum um at keypa arbeiðskraft frá hesum bureau. 

Dygdargóð heilsutænasta

Tað er ikki uttan grund, at tørvur er á og at Sjúkrahúsverkið ynskir og kann veita eina dygdargóða heilsutænastu. Hetta er einans gjørligt við mongum og góðum sjúkrarøktarfrøðingum. 

Men at gjalda fyri dygdargóða heilsutænastu – ja tað er ein heilt onnur søga.

Tí meðan Stev, Áræði og Flog eru fín og nýfunnin orð, sum skulu lýsa Visión 2025 hjá Sjúkrahúsverkinum um hesa dygdargóðu heilsutænastu, og sum er nýggja virðisgrundarlagið hjá Sjúkrahúsverkinum, so verður tað størsta føroyska herðaklappið til sjúkrarøktarfrøðingar nakrantíð nú brádliga forerað burtur til útlendskar sjúkrarøktarfrøðingar, sum fáa møguleika at koma higar at uppliva Føroyar.

Lokka við ókeypis ágóðum

Við lokkandi lýsing og mynd av føroysku náttúrini, bjóðar eitt danskt vikar- bureau sjúkrarøktarfrøðingum fría ferð, frítt búgv og eina løn, sum er tríggjar ferð so høg, sum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar vinna. Einasta treyt er, at sjúkrarøktarfrøðingurin ikki hevur adressu í Føroyum. Og tað er Sjúkrahúsverkið í Føroyum, sum hevur sett hesa treyt.

Tað eru sjálvsagt teir føroysku sjúkrarøktarfrøðingarnir, sum hava størstu og bestu førleikarnir at veita sjúklingum í føroyska sjúkrahúsverkinum eina dygdargóða heilsutænastu. Og júst hesir sjúkrarøktarfrøðingarnir hava arbeitt hart fyri at betra um lønina hjá føroyskum sjúkrarøktarfrøðingum. Hetta er sjálvsagt eitt mál ímillum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Men um sjúkrahúsverkið av sínum eintingum kann fara út og via eitt vikar bureau søkja eftir útlendskari arbeiðskraft fyri trífaldaða løn, ja so kann Sjúkrahúsverkið eisini velja at gjalda føroyskum sjúkrarøktarfrøðingum í Føroyum eina hægri løn. Til dømis við “førleikaviðbótum”, sum vit kenna tað frá okkara grannalondum, har starvsaldur saman við ágrýtni loysir seg lønarmessiga. Men nei, ikki talan um! 

Hinvegin sær tað út til, at Sjúkrahúsverkið spýtir allar sínar egnu sjúkrarøktarfrøðingar beint upp í andlitið við at gjalda øðrum útlendskum sjúkrarøktarfrøðingum nógv meiri fyri nógv minni, og í somu vending tryggja, at eingin av teirra egnu fær lut í hesum møguleikanum.

Stev, Áræði og Flog

Fínu orðini í visjónini fyri Sjúkrahúsverið, ”Stev, Áræði og Flog”, samsvara ikki við ta kensluna, sum eg fekk, tá eg sá starvslýsingina. Nei, heldur koma orð sum, Ljótt! Skomm! Skuffað! Kedd! Óð!, fram fyri meg.

Eg veit ikki, hvør hevur tikið hesar avgerðir, men eg vil við hesum biðja tykkum um at lesa Visión 2025 umaftur ígjøgnum og spyrjið so tykkum sjálvi:

-       Gevur henda avgerð tykkara egnu sjúkrarøktarfrøðingum styrki?

-       Sýnir hendan avgerð samanhald?

-       Vekir hendan avgerð álit?

-       Munnu vit sjúkrarøktarfrøðingar kenna okkum javnlíkar?

-       Er hetta at gagnnýta okkara styrki?

-       Sýnir hetta okkum virðing?

-       Sýnir hetta toymisanda millum deildir, deplar og sjúkrahús?

-       Elvir hetta til ágrýtni og jaligan hugburð?

-       Er hetta at birta vón? 

Eg sigi fyri meg, at hetta var serstakliga óhugaligt at síggja.

 

Sylvia Thomsen

Sjúkrarøktarfrøðingur

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder